Fregnartænastur: Russar royna at fremja sabotasju í Norðurlondum

Fregnartænastur: Russar royna at fremja sabotasju í Norðurlondum
Brotsmannalið verða brúkt sum millumlið, sigur eitt talsfólk fyri svensku fregnartænastuna
Beate Gangås er stjóri í norsku fregnartænastuni.
Mynd: Juristen.no  
 
05.09.2024 - 11:19

Fregnartænastur í Norðurlondum ávara um russiskar royndir at fáa brotsmannalið at fremja sabotasju í Norðurlondum. 

Talsfólkið fyri svensku fregnartænastuna, Säpo, Gabriel Wernstedt, sigur í samrøðu við svenska Aftonbladet, at talan er um nýtt fyribrigdi, har Russland roynir at útvega lokalar brotsmenn at fremja sabotasju og skapa órógv í Natolondunum - eisini í Norðurlondum.

- Vit hava sæð ábendingar úti í heimi, har brotsmannalið verður brúkt sum millumlið, men ikki í Norðurlondum, sigur Gabriel Wernstedt, sambært danska TV2.

 

 

Kaðlar fingið skaða

Stjórin fyri norsku fregnartænastuna, Beate Gangås, váttar somuleiðis, at fleiri hendingar verða kannaðar.

Í Norðurlondum hava dømi verið um kaðlar millum Svalbard og norska meginlandið, og kaðlar á flogstøðini Evenes í Nordland, sum hava fingið skaða.

Í norska býnum Narvik og í svenska býnum Kiruna vóru tokvognar avsporaðir.

Fregnartænasturnar hava illgruna um, at Russland hevur hevur skipað fyri óhappunum.

- Vit vita, hvussu russiska fregnartænastan brúkar lokal brotsmannalið. Eg verði ikki meira ítøkilig enn tað, at russar brúka sosialar miðlar og talgildar samskiftisloysnir, sigur Beate Gangås, við TV2.

Hon fegnast samstundis um, at gott samstarv er millum trygdartænasturnar.

Hon vil ikki siga, hvat russar hava gjørt í Noregi, men váttar, at russiska fregnartænastan hevur skipað fyri fleiri hendingum í Nato-londum.

 

PET ávarar eisini

Í Danmark ávarar fregnartænastan PET eisini um støðuna. 

- PET tekur støðuna í størsta álvara og hevur, orsakað av støðuni, hert munandi um uppmerksemið um hóttanina, tí vit kunnu ikki vísa aftur, at tað eisini kann henda á danskari jørð, sigur PET í skrivligum svari til danska TV2.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 12. januar
Morgunlestur mánadagur 12.januar 2026
202440
Sunnudag 11. januar
Bolero 11 januar 2026
202494
Sunnudag 11. januar
Akademia: Metaetikkur
202423
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 11. januar
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
202498
Sunnudag 11. januar
Andaktin við Ólavi Davidsen
202497
Sunnudag 11. januar
Nýggjárskonsertin 2026
202491
Fríggjadag 9. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
202429
Fríggjadag 9. januar
Veðrið
202459