Hunter Biden játtar seg sekan í sviki í skattmáli

Hunter Biden játtar seg sekan í sviki í skattmáli
Sonur amerikanska forsetan hevur ikki goldið 1,4 milliónir dollarar í skatti frá 2016 til 2019, og hann kann fáa 17 ára fongsul
Tað kom óvart á amerkanskar miðlar, at Hunter Biden nú hevur játtað seg sekan, ti fyrr hevur hann tvíhildið um, at hann er ósekur.
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix  
 
06.09.2024 - 08:19

Hunter Biden, sonur amerikanska forsetan Joe Biden, hevur í nátt játtað seg sekan í stórum skattamáli um svik fyri 1,4 milliónir dollarar.

Tað svarar til slakar 9,4 milliónir krónur.

Hunter Biden játtaði seg sekan í øllum níggju ákærunum í stóra skattamálinum. 

Hunter Biden hevur sambært ákærunum latið vera við at goldið 1,4 mió. dollarar í skatti frá 2016 til 2019.

 

Kann fáa 17 ára fongsulsrevsing

Hann kann fáa upp í 17 ára fongsul, skrivar danska kringvarpið. 

Revsingin verður 16. desember.

Amerikanska løgmálaráðið sigur í tíðindaskrivi, at revsingin í slíkum málum vanliga er minni enn hámarksrevsingin.

Sonur forsetan hevur fyrr tvíhildið um, at hann er ósekur, og tí kom tað óvart á amerikanskar miðlar, at hann nú játtar seg sekan. 

Í juli var Hunter Biden dømdur í einum øðrum rættarmáli. Hann var funnin sekur í at keypa vápn á ólógligan hátt. Tað málið hevur hann kært.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 19. mai
Morgunlestur týsdagur 19.mai 2026
208378
Mánadag 18. mai
Morgunlestur mánadagur 18.mai 2026
208377
Sunnudag 17. mai
Føroyskir sangir
208480
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 18. mai
Veðrið
208523
Mánadag 18. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208512
Sunnudag 17. mai
Andakt
208482
Sunnudag 17. mai
Guðstænasta við Harmonikuvinum
208481