Betri banki 169 milliónir í avlopi

Betri banki 169 milliónir í avlopi
Hálvársúrslitið hjá Betri banka er gott, men av tí at rentan helst lækkar aftur, væntar bankin eitt lakari úrslit fyri seinna hálvár.
Øktar rentuinntøkur eru fremsta orsøkin til góða hálvársúrslitið hjá Betri banka
 
08.09.2024 - 09:45

Betri banki hevði fyrra hálvár í ár eitt avlop upp á 169,1 millión krónur eftir skatt. Serliga eru tað øktu rentuinntøkurnar, ið geva góða úrslitið, sigur bankin.

Útlánini eru økt 379 milliónir krónur upp í tilsamans 8,1 eina milliard, og útlánini eru seinasta árið økt 451 milliónir upp í 9,6 milliardir krónur, og solvensurin er nú 34,7 prosent.

Bankin hevur lækkað kostnaðir og gjørt onkra tænastu ókeypis, umframt at lækka rentu á útlánum, men tí at rentan helst lækkar aftur, væntar leiðslan í Betri banka eitt lakari úrslit fyri seinna hálvár í ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334