Nú eru vit 54.908 fólk í Føroyum

Nú eru vit 54.908 fólk í Føroyum
Vøksturin seinasta árið er tann minsti, síðani fólkavøksturin byrjaði fyri tíggju árum síðani, sigur Hagstovan
Frá 1. august í fjør til 1. august í ár løgdust 296 fólk aftrat fólkatalinum. (Savnsmynd: Hagstovan)
 
10.09.2024 - 09:43

Fólkatalið tann 1. august í ár var 54.908. Tað er bara hálvt prosent fleiri enn 1. august í fjør.

Hetta er minsti árligi vøkstur, síðan fólkavøksturin byrjaði fyri tíggju árum síðani, skrivar Hagstovan.

 

 

296 fólk aftrat

Frá 1. august í fjør til 1. august í ár komu 296 fólk aftrat.

Størsta broytingin var í nettoflytingini, sum minkaði meira enn helvtina. Nettoflytingin var 167 fólk. 

Burðaravlopið minkaði eisini. Orsøkin var, at færri børn vóru fødd. 

Burðaravlopið var 129.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 24. september
Nýtt ljóð
213747
Hósdag 24. september
Breddin: Grønland og verjuavtalan
213727
Mikudag 23. september
Vágskálin: Tóroddur kortsluttar vit og skil
213414
Mikudag 23. september
Skratsj 23. septembur 2026
213696
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585