Lutakast um grundstykki

Lutakast um grundstykki
Í heyst verður lutakast um fýra grundstykki í Hamrabøi í Kollafirði
Tað eru tey grønu stykkini, lutakastið verður um.
 
11.09.2024 - 07:06

Í heyst verður lutakast um fýra grundstykki í Hamrabøi í Kollafirði.

Grundstykkini eru í útstykking frá 2017, og hetta eru stykki, sum eru latin Tórshavnar kommunu aftur. 

Tey eru millum 500 og 600 fermetrar og kosta frá 245.000 til 265.000 krónur. 

Stykkini eru ikki útgrivin og planerað.

Vera fleiri grundstykki í útstykkingini latin kommununi aftur, vera tey við í lutakastinum.

Freistin at tekna seg til lutakastið er 21. oktober í ár.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334