Viðmerkjari: Fyrsta kjakið flutti ikki veljarar

Viðmerkjari: Fyrsta kjakið flutti ikki veljarar
Evnini í politisku hólmgonguni millum Donad Trump og Kamalu Harris vóru m.a. fosturtøka, migratión og kriminalitetur
Donald Trump og Kamala Harris í politisku hólmgonguni í nátt.
Mynd: AFP/Ritzau Scanpix  
 
11.09.2024 - 11:02

Fyrsta politiska hólmgongan millum tey bæði forsetavalevnini í USA, Kamala Harris hjá demokratunum og Donald Trump hjá republikanarunum, var á amerikansku sjónvarpsrásini ABC í nátt, okkara tíð.

Millum evnini vóru fosturtøka, migratión og kriminalitetur, og alt orðaskiftið ígjøgnum legði Trump eftir Harris fyri tað, hon hevði gjørt og ikki gjørt sum varaforseti síðani 2020.

- Hetta er sama gamla sjabbið, svaraði Harris aftur og undraðist á, hví Trump ikki heldur vildi tosa um framtíðina.

Tóri Højgaard, sum fylgir væl við í amerikanskum politikki, væntar ikki, at sjónvarpskjakið í nátt flutti nakrar veljarar. Hann var gestur hjá Rúna Jákupssyni í morgunsendingini:

 

11092024_Tori_um_holmgongu

 

Tóri Højgaard. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Tá ið Donald Trump og Joe Biden í junimánaði vóru í einum tilsvarandi orðaskifti í amerikanskum sjónvarpi, vístu tølini nøkulunda øvugtan veg, og stutt eftir tók Biden seg aftur sum forsetavalevni.

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 10. september
Nýtt ljóð
213059
Hósdag 10. september
Eitt korter við jazzi
213032
Hósdag 10. september
Morgunlestur hósdagur 10. september
212705
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 10. september
Veðrið
213065
Hósdag 10. september
Møti hjá Frelsunarherinum - teknmálstulkað
213039
Mikudag 9. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213002
Týsdag 8. september
Veðrið
212949