Ongar súkklur og einki fólk til gongu í tunlinum undir Húsareyni

Ongar súkklur og einki fólk til gongu í tunlinum undir Húsareyni
Góðir møguleikar eru at gera gongu- og súkkluleið, heldur Jón Kragesteen, men borgarstjórin sigur, at kommunan heldur seg til sakkunnleikan
Tunnilin undir Húsareyni. (Savnsmynd)
 
12.09.2024 - 14:33

Tað undrar Jón Kragesteen, at Tórshavnar kommuna ikki hugsar um súkklu- og gongufólk í sambandi við Húsareynstunnilin, tí tunnilin verður ein natúrligur partur av vegakervinum hjá øllum, sum longu búgva í ovara parti av Havnini og Hoyvík, umframt øllum teimum, ið væntandi fara at búgva í økinum oman ímóti Sundi og Sandvíkarhjalla í framtíðini.

 

Jón Kragesteen.

 

Hann vísir á, at vanligu koyribreytirnar eru sjey metrar breiðar, og tí eru góðir 3,5 metrar til at gera eina góða gongu- og súkkluleið øðrumegin sjálvan vegin.

Borgarstjórin í Tórshavnar kommunu vísir á, at kommunan heldur seg til serkunnleikan, og tí verður ikki gjørd ein gongu- og súkklubreyt inni í tunlinum.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:

 

12092024_Husareynstunnil

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Leygardag 24. oktober
Upp á tá - 231026
215309
Leygardag 24. oktober
Radio Stjernekilde V - Partur 3
215229
Fríggjadag 23. oktober
Vikuskiftið 23 okt 2026
215288
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215308
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215306
Fríggjadag 23. oktober
Mentanarvirðislønir landsins 2026
215302