Ikki fleiri hólmgongur millum Trump og Harris

Ikki fleiri hólmgongur millum Trump og Harris
Donald Trump sigur, at hann er ikki til reiðar at kjakast meira við Kamalu Harris
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix  
 
13.09.2024 - 08:14

Politiska hólmgongan millum Donald Trump og Kamalu Harris fyrr í vikuni er einasta hólmgongan teirra millum undan forsetavalinum, og eftir øllum at døma eisini tann seinasta.

Trump sigur seg ikki vera til reiðar til eina hólmgongu aftrat við Harris.

Tað skrivar hann í uppslagi á sosiala miðlinum Truth Social. 

Fráboðanin hjá Donald Trump kemur eftir fyrstu beinleiðis sjónvarpaðu hólmgonguna við Kamala Harris. Í juni var hólmgonga millum Trump og Joe Biden, sum tá var demokratiska forsetavalevnið.

- Tað verður einki kjak aftrat, skrivar Tump og heldur fast við, at hann vann kjakið við Harris.

Eftir hólmgonguna millum Trump og Harris hevur greiningarstovnurin, Ipsos, kannað eftir hjá amerikonsku veljarunum.

Úrslitið vísir, at Harris fær 47 prosent av atkvøðunum og Trump 42 prosent.

Amerikanska forsetavalið verður 5. november.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 13. september
Credo: Filosofiskur (1)
213158
Leygardag 12. september
23. Jambalaja - 120926
213152
Leygardag 12. september
Upp á tá - 110926
213150
Leygardag 12. september
Morgunlestur leygardagur 12. september
212707
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213145
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213091
Fríggjadag 11. september
Veðrið
213136
Hósdag 10. september
Veðrið
213065