KÍF javnaði í evstu løtu

KÍF javnaði í evstu løtu
Kollfirðingar javnaðu ímóti Neistanum, tá bert sjey sekund vóru eftir og fingu sítt fyrst stig í Burn-deildini, meðan StÍF vann á Kyndli á Hálsi
Agnar Joensen og KÍF tryggjaðu sær annað stigið ímóti Neistanum í evstu løtu
Mynd: savnsmynd  
 
15.09.2024 - 18:00

Við máli frá Tony Hammer Weyhe, tá bert sjey sekund vóru eftir av dystinum ímóti Neistanum, tryggjaði KÍF sær sítt fyrsta stig í landskappingini hjá monnum.

Tað vóru annars gestirnir, sum fóru framum tíðliga og vóru nær við at fara við øllum, áðrenn heimaliðið javnaði til 23-23.

Kyndil, sum vann grannauppgerðina á Neistanum í 1. umfari, tók ímóti StÍF á Hálsi, har gestirnir fóru við sigrinum. Tað gekk javnt á, heilt til 10 minuttir vóru eftir. Tá skutu strandingar seks mál á rað og endaðu við at vinna dystin 29-25. StÍF hevur vunnið báðar sínar dystir higartil.

Í triðja dystinum í Burn-deildini vann VÍF heili 39-22 á Team Klaksvík. Sjúrður Olsen var toppskjútti hjá vestmenningum við 12 málum (fimm upp á brotskast), meðan Mathias Lassen Samuelsen skoraði fimm ferðir fyri heimaliðið. 

 

Tríggir stórsigrar hjá kvinnum

Lítil og eingin spenningur var í teimum trimum dystunum í SMS-deildini sunnudagin. 

Kyndil vann heili 39-15 á StÍF. Turið Arge Samuelsen var toppskjútti á Hálsi við 10 málum, og Nadja Pejovic vísti eisini skotstyrki við níggju málum fyri heimaliðið. 

VÍF vitjaði Stjørnuna í Klaksvík, og har vunnu vestmenningar 39-20. Næstan allar í gulum komu á máltalvuna, men raskast var Rakul Borgarlíð Joensen, sum skoraði sjey ferðir.

Í triðja dystinum hetta umfarið vann Neistin 30-23 á EB í høllini á Eiði. Lív Rouch skoraði seks mál fyri gestirnar.

H71 og Kyndil eru fremst í SMS-deildini við fýra stigum í part.

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Leygardag 24. oktober
Upp á tá - 231026
215309
Leygardag 24. oktober
Radio Stjernekilde V - Partur 3
215229
Fríggjadag 23. oktober
Vikuskiftið 23 okt 2026
215288
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215308
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215306
Fríggjadag 23. oktober
Mentanarvirðislønir landsins 2026
215302
Fríggjadag 23. oktober
Veðrið
215286