Dómpróstaembætið lýst leyst um eitt ár

Dómpróstaembætið lýst leyst um eitt ár
Uni Næs, dómpróstur, fer frá fyri aldur í 2026
Uni Næs hevur verið dómpróstur síðani 2010.
 
17.09.2024 - 08:22

Embætið sum dómpróstur verður leyst at søkja um eitt ár, í september 2025, tí Uni Næs, dómpróstur, fer frá fyri aldur 31. januar í 2026. 

Próstur við dómkirkjuna er dómpróstur og varamaður hjá biskupi.

Av tí at dómprósturin er kirkjubókaførandi sóknarprestur í Suðurstreymoyar eystara prestagjaldi, vera tað kirkjuráðini í Nólsoy og Havnar kirkju, sum fara at innstilla dómpróstin.

Síðani ger biskupur eitt tilmæli til landsstýrisfólkið, sum setur dómpróstin í embætið.

Uni Næs hevur verið dómpróstur síðani 2010.

Tá vóru tríggjar umsóknir til starvið. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215335
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329