Ísrael: Hava oyðilagt fleiri enn 100 skotpallar í Libanon

Ísrael: Hava oyðilagt fleiri enn 100 skotpallar í Libanon
30 mál hjá Hizbollah-rørsluni vóru rakt í álopunum, sum Ísrael framdi í Libanon í gjár
Ísrael hevur rakt 30 ymisk mál hjá Hizbollah í Libanon.
Mynd: AFP/Ritzau Scanpix  
 
20.09.2024 - 09:55

Ísraelski herurin, IDF, vil vera við, at hann hevur oyðilagt fleiri enn 100 skotpallar til rakettir ymsastaðni í syðra partinum av Libanon.

Sambært ísraelska herinum vóru skotpallarnir løddir og ætlaðir Ísrael.

30 mál hjá Hizbollah-rørsluni vóru rakt í álopunum, sum Ísrael framdi í Libanon í gjár.

IDF skrivar á sosiala miðlinum X, at álopini eru ein roynd at gera førleikarnar hjá Hizbollah veikari at fremja yvirgang og at oyðileggja undirstøðukervið í syðra parti av Libanon.

- IDF arbeiðir fyri, at tað verður friðarligt í norðara parti av Ísrael, og at tað verður møguligt hjá fólki at venda aftur til heim síni.

Mikudagin sendi Hizbollah rakettir inn í Ísrael, eftir at kallingartól, sum Hizbollah-rørslan í Libanon átti, sprongdust í luftina.

Hizbollah leggur Ísrael undir at hava skipað fyri spreingingunum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 7. september
Morgunlestur mánadagur 7. september
212718
Sunnudag 6. september
Tónleikur í 13 øldir (10:10)
210353
Sunnudag 6. september
Bolero 06 sep 2026
212774
Sunnudag 6. september
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
212773
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 6. september
Andakt við Jastrid á Dul Sørensen
212777
Sunnudag 6. september
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
212776
Fríggjadag 4. september
Veðrið
212742
Fríggjadag 4. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212713
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598