Tórshavnar kommuna væntar 1,4 milliardir í inntøku næsta ár

Tórshavnar kommuna væntar 1,4 milliardir í inntøku næsta ár
Uppskot um fíggjarætlan fyri 2025 var lagt fram á býráðasfundi í gjár
241 milliónir krónur eru settar av til íløgur í høvuðsstaðarkommununi næsta ár.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
20.09.2024 - 08:52

Skattaprosentið í Tórshavnar kommunu og barnafrádrátturin í 2025 vera tey somu sum í ár. 

Skattaprosentið er 19 prosent og barnafrádrátturin 9.000 krónur. 

Uppskot um fíggjarætlan fyri 2025 var lagt fram á býráðasfundi í gjár.

Inntøkurnar eru mettar at vera ein milliard og 418 mió, kr. næsta ár, 7,7 prosent størri enn í ár.

Tá Tórshavnar havn er tald við, fer raksturin at kosta eina milliard og 75 milliónir, 7,5 prosent meira enn í ár.

241 milliónir krónur eru settar av til íløgur næsta ár.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. januar
Morgunlestur týsdagur 13.januar 2026
202442
Mánadag 12. januar
Slutur fyri ein slatur í januar
202522
Mánadag 12. januar
Morgunlestur mánadagur 12.januar 2026
202440
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. januar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
202571
Mánadag 12. januar
Veðrið
202554
Sunnudag 11. januar
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
202498
Sunnudag 11. januar
Andaktin við Ólavi Davidsen
202497
Sunnudag 11. januar
Nýggjárskonsertin 2026
202491