Verður verri hjá ungum at fáa fatur á orkudrykkjum

Verður verri hjá ungum at fáa fatur á orkudrykkjum
Í framtíðini verður tað helst verri hjá ungum í Føroyum at fáa fatur á og drekka orkudrykkir
 
21.09.2024 - 15:36

Landsstýriskvinnan í heilsumálum, Margit Stórá, sigur, at tørvur er á munagóðum átøkum og reglum á økinum, so nýtslan av orkudrykkjum, serliga hjá børnum og ungum, kann tálmast.

Tøl frá Heilsustýrinum vísa, at innflutningurin av orkudrykkjum er vaksin munandi frá 2010 til 2021.

Landsstýriskvinnan hevur sett gongd á málið og samskiftir við Høgna Hoydal, landsstýrismann í vinnumálum.

Tað segði landsstýriskvinnan í heilsumálum, tá ið munnligir fyrispurningar vórðu svaraðir í tinginum hósdagin

1697938

 

Í desembur 2014 kom Fólkaheilsuráðið við tilmæli til landsstýrismannin í heilsumálum um, at orkudrykkir eiga at standa fyri seg í handlunum.

Væl og virðiliga eigur at verða sagt við skeltum, at í drykkuunum eru stimbrandi evni, sum kunnu vera heilsuskaðilig í stórum nøgdum, serliga saman við rúsdrekka. 

Eisini varð mælt frá, at ung undir 18 ár drekka hesar drykkir.

Heilsustýrið hevur boðað landsstýriskvinnuni frá, at tað stendur við hesi skjótt 10 ára gomlu tilmælini hjá Fólkaheilsuráðnum, og tey vera dagførd í næstum.

Heilsufrøðiliga starvsstovan segði í 2017, at orkudrykkir ikki eru ætlaðir børnum at drekka.

Her sæst gongdin í innflutningi av orkudrykkjum

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 29. september
Tí tú ert kvinna 3:3
213953
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 29. september
Veðrið
213971
Týsdag 29. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213938
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809