Ongar reglur um elsúkklur

Ongar reglur um elsúkklur
Í Føroyum eru ongar reglur um. Tað sigur stjórin í Ráðnum fyri ferðslutrygd, nú fyrispurningur er settur í Løgtinginum. Men eitt uppskot til kunngerð er orðað
25.09.2026 - 19:24

- Tað eru ongar. Tær eru faktiskt ikki til.

So sigur Lovisa Glerfoss, stjóri í Ráðnum fyri ferðslutrygd, tá vit spyrja hana, hvørjar reglur eru galdandi fyri elsúkklur í Føroyum.

Tingkvinnan Sunnvá Dahl Høgfeldt hevur sett landsstýrismanninum í vinnumálum, Jacob Vestergaard, grein 52 fyrispurning um, hvørjar reglur eru galdandi fyri elsúkklur í Føroyum.

Bartal í Gongini selur súkklur og elsúkklur, og hann merkir ein vaksandi eftirspurning eftir elsúkklum.

- Vit síggja tað, at elsúkkurnar, tær verða seldar meiri og meiri gjøgnum árini, síðan vit eru byrjað. Tað veksur stútt uppeftir.

Gamlar og óhóskandi reglur
Lovisa Glerfoss vísir á, at reglurnar fyri vanligar súkklur eru gamlar. Galdandi kunngerð er frá 1967. Men royndir hava verið gjørdar at dagføra tær, m.a. so at tær eisini fevna um elsúkklur.

- Tað sigur ikki so grúvuliga nógv. Tað sigur okkurt um, at súkkla helst skal hava eina dugandi bremsu og okkurt um eina klokku og kanska eitt ljós. Men so langt afturi sum í 2016, ið hvussu so er, tá varð ein roynd gjørd at orða eina nýggja dagførda kunngerð fyri útstýr á súkklum. Har skeyt mann eisini upp, at hava reglur fyri elsúkklur, sum tá vóru lutfalsliga nýggjar. Tað uppskotið til kunngerð hevur so verið latið til skiftandi landsstýrisfólk í samferðslumálum, men vit eru ikki heilt komin á mál við tí enn.

Í Føroyum eru dømi um, at elsúkklur eru til sølu við motori upp í 500 watt. Tað er tað tvífalda av tí hámarkinum í Danmark. Hóast, at tær reglurnar ikki eru galdandi í Føroyum, so leggur Bartal í Gongini dent á, at hann heldur seg innanfyri hámørkini í Evropa.

- Vit hava bara súkklur, sum eru góðkendar í evropiska standardinum, sum er. Vit hava ikki súkklur, sum eru sterkari enn tað.

Sí innslag úr Degi og viku.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 25. september
Vikuskiftið 25 sept 2026
213811
Fríggjadag 25. september
LEITISSTEIN 25.09.2026 (Benjamin Djurhuus)
213801
Fríggjadag 25. september
Breddin: Hækkandi matvøruprísir
213780
Fríggjadag 25. september
Beinleiðis úr Studio 5 - Danny & the Veetos
213778
Fríggjadag 25. september
RagnarRokk: Saeko um Back to Life
212906
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650