Á Breddanum: Lemjandi atfinningar at trygdini í Suðuroyartunlinum

Á Breddanum: Lemjandi atfinningar at trygdini í Suðuroyartunlinum
Í sendingini er eisini samrøða við landsgrannskoðaran um Sambýlið á Mýrini í Hoyvík, sum hvørki í nøgd ella góðsku stendur mát við bygningin, sum myndugleikarnir bóðu um
Loysnin, sum ráðgevarafyritøkan Norconsult hevur gjørt fyri tunnilsfelagið, kann ikki góðtakast og lýkur ikki krøvini um null-visiónina, sigur altjóða ráðgevarafyritøkan SWECO. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
24.09.2024 - 09:28

Altjóða ráðgevarafyritøkan SWECO kemur við eini lemjandi atfinning av váðametingini, sum liggur til grund fyri kostnaðarmetingini av Suðuroyartunlinum.

Loysnin, sum ráðgevarafyritøkan Norconsult hevur gjørt fyri tunnilsfelagið, kann ikki góðtakast og lýkur ikki krøvini um null-visiónina, sum norskir trygdarstandardir arbeiða eftir.

SWECO rør eisini framundir, at Norconsult, sum teknar tunnilin, tilvitað velur dømi um støður, tá eldur kemur í, fyri at koma til eina ávísa niðurstøðu.

Loysnin er munandi bíligari enn tann, sum vanliga krevst til ein so langan tunnil - tað vildi verið ein rýmingartunnil, trygdarrúm ella ein rýmingarleið aftan fyri ein brandvegg.

 

 

Sambýlið á Mýrini í Hoyvík. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Sambýlið á Mýrini

Tá Sambýlið á Mýrini í Hoyvík var liðugt í fjør summar, fekk Almannamálaráðið ikki tann bygningini, sum biðið varð um, hvørki í nøgd ella góðsku.

Skipanin við bygginevndum má endurskoðast, ljóðar tilmæli frá Landsgrannskoðanini.

Breddin í útvarpinum og á kvf.fo klokkan 10. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. november
Bolero - satsir nr 2 úr symfonium.
215719
Sunnudag 1. november
Guðstænasta í Nólsoyar kirkju
215718
Sunnudag 1. november
Filosofiskur 6.partur
215646
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717
Sunnudag 1. november
Guðstænasta úr Nólsoyar kirkju
215723
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688