The Great Escape strikar Føroyar sum fokusland orsakað av grindadrápinum

The Great Escape strikar Føroyar sum fokusland orsakað av grindadrápinum
Føroyar vera kortini ikki fokusland á størsta tónleikavinnufestivalinum í Evropa, The Great Escape í Brighton, næsta ár. Orsøkin er tann sannroynd, at føroyingar drepa grind
Aggrasoppar á The Great Escape í ár
Mynd: Jamie MacMillan  
 
25.09.2024 - 07:30

Enn einaferð er grindadrápið komið tvørt fyri møguleikunum hjá føroyingum at gera vart við seg uttanfyri landoddarnar.

Herfyri bórust tíðindini um, at føroyski tónleikapallurin hevði fingið ein gyltar møguleikar at varpa ljós á seg, tí størsti tónleikavinnufestivalur í Evropa, The Great Escape í Onglandi, hevði valt at seta sjóneykuna á Føroyar, sum skuldi vera fokusland á festivalinum næsta ár.

Men gleðin var stokkut, tí nú hevur The Great Escape kunngjørt, at Føroyar eru strikaðar sum fokusland orsakað av tí sannroynd, at vit drepa grind og springarar. 

Tað eru lokalir djóraverndar felagsskapir í Onglandi, ið hava lagt trýst á The Great Escape, sum verður hildin í Brighton, ið er beinleiðis orsøkin til, at festivalurin hevur valt at strika Føroyar sum fokusland, stendur í fráboðanini á heimasíðuni. Ítøkiliga verður Sussex Dolphine Project nevnt í fráboðanini. 

The Great Escape ger vart við, at føroyski tónleikapallurin og grindadrápið ikki skulu blandast saman, men at festivalurin hevur valt at strika Føroyar sum fokusland, fyri at kunna hug- og miðsavna seg um tað, ið festivalurin í roynd og veru snýr seg um, nevniliga tónleikin. 

The Great Escape ger eisini vart við, at hóast Føroyar verða strikaðar sum fokusland, so fer festivalurin framhaldandi at stuðla føroyska tónleikapallinum, sum er í stórari menning. Tað merkir, at pláss er framhaldandi fyri føroyskum tónleikanøvnum á festivalinum, men ikki fyri Føroyum og grindadrápinum. 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Leygardag 1. februar
Upp á tá - 310125
187177
Leygardag 1. februar
Vikan 1. februar 2025
187169
Leygardag 1. februar
Morgunlestur leygardagur 1. februar 2025
186659
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109