Úr friðarligu Haldórsvík til frontin í Ukraina

Úr friðarligu Haldórsvík til frontin í Ukraina
VIKUGESTURIN: Bjarti Grunnveit Olsen hevur gjørt tað, sum flest øll halda vera óhugsandi
Bjarti Grunnveit Olsen er 27 ára gamal og hevur upplivað kríggið á hermótinum
Mynd: Ingi Rasmussen  
 
01.02.2025 - 13:36

- Vinalagið á hermótinum er nakað heilt serligt. Tað kann ongantíð brotna. Tú eigur lívið í síðumanninum, og hann eigur lívið í tær.

Bjarti Grunnveit Olsen er vorðin kendur sum føroyingurin, ið fór úr Føroyum í kríggj í Ukraina, har hann í tvey ár hevur stríðst móti russum, sum fyri skjótt trimum árum síðan gjørdu innrás í landið. 

Nú er hann giftur við ukrainskari konu, og hann er aftur í landinum, sum hann fór frá, tí hann vildi hjálpa ukrainum í kríggi. 

Støðan til Føroyar og okkara lív her er fullkomiliga broytt, eftir at hann hevur upplivað ræðuleikarnar í kríggi.

Enn hevur hann tó ikki tikið endaliga støðu til, um hann skal avstað aftur. Men konan er harðliga ímóti. Hann hevur gjørt sítt, heldur hon.

Í vikuni kom út bók eftir víkamannin, sum nevnist Soldat.

Hoyr nemandi samrøðuna við Bjarta G. Olsen her.

1723594

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Mikudag 30. september
Orðaval #38: Málsøga
214020
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037