15 ára gamal drongur verður ikki sendur av landinum fyribils

15 ára gamal drongur verður ikki sendur av landinum fyribils
Upplýsingar frá Gula skúla vísa, at 15 ára gamli drongurin, sum skuldi sendast á stovn í Danmark, er í rúkandi menning
Almannaverkið kann ikki senda 15 ára gamla dreingin til Danmarkar, fyrr enn málið er endaliga viðgjørt, sigur Føroya rættur.
 
25.09.2024 - 13:07

Føroya rættur hevur í dag gjørt av, at ein 15 ára gamal drongur, sum skuldi sendast á stovn í Danmark, verður ikki sendur av landinum, fyrr enn málið er endaliga viðgjørt.

Ætlanin var, at drongurin skuldi fara til Danmarkar 30. september. 

Føroya rættur hevur viðgjørt eina kæru frá avvarðandi hjá dreinginum.

Dómarin vísti á, at nýggjar upplýsingar eru komnar fram í málinum. Eitt nú eitt skriv frá Gula skúla, har sagt verður, at drongurin hevur verið í rúkandi menning, síðani hann var innskrivaður á skúlan.

Hoyr samrøðu við Mimi Steintórsdóttur og Christian Andreasen, advokatar, sum umboða avvarðandi partar í málinum:

 

25092024_Verdur_ikki_sendur_av_landinum

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Leygardag 24. oktober
Upp á tá - 231026
215309
Leygardag 24. oktober
Radio Stjernekilde V - Partur 3
215229
Fríggjadag 23. oktober
Vikuskiftið 23 okt 2026
215288
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215308
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215306
Fríggjadag 23. oktober
Mentanarvirðislønir landsins 2026
215302