Óbroytt veiðitrýst á toski og hýsu síðani 1997

Óbroytt veiðitrýst á toski og hýsu síðani 1997
Tó er einki skipað og dagført tilfar, sum lýsir veiðiorku og veiðievni í flotanum í fiskidagaskipanini frá 1997 til í dag
Stóru línuskipini høvdu 681 færri dagar og útróðrarbátar 22.304 færri fiskidagar. (Savnsmynd)
 
26.09.2024 - 08:07

Veiðitrýstið á toski og hýsu er nøkulunda tað sama frá 1997 til 2023, um sveiggini ikki vera tikin við, sigur Havstovan.

Men einki skipað og dagført tilfar er, sum lýsir veiðiorku og veiðievni í flotanum í fiskidagaskipanini frá 1997 til í dag.

Tað sigur Dennis Holm, landsstýrismaður, í svari til Bárð á Lakjuni, løgtingsmann, sum spurdi um fiskidagar, friðaðar og stongdar fiskileiðir og veiðitrýst.

Heldur ikki eru tøl um húkatal og troltímar á landgrunninum í fjør og í fiskiárinum 1997-98.

 

Trolararnir høvdu 411 færri fiskidagar í fjør enn í 1997-98.

 

Færri fiskidagar

Trolarar høvdu 411 færri fiskidagar í 2023 enn í 1997-98.

Stóru línuskipini høvdu 681 færri dagar og útróðrarbátar 22.304 færri fiskidagar.

Bólkarnir vóru tó nakað øðrvísi í 1997-98 enn teir eru nú.   

Fiskiførini omanfyri 15 tons í fiskidagaskipanini eru nógv færri í dag enn í 1997-98, stendur eisini í svarinum. 

Dennis Holm sigur, at sær kunnugt, eru ongar dagførdar kanningar tøkar, sum kundu givið betri grundarlag fyri at lýsa støðuna og gongdina í fiskidagaskipanini.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Týsdag 4. august
Morgunlestur týsdagur
211543
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425