Beinir Johannesen fingið rættleiðing frá Umhvørvismálaráðnum

Beinir Johannesen fingið rættleiðing frá Umhvørvismálaráðnum
Gjaldstovan er ikki komin við eini meting, sum Ingilín D. Strøm sigur í svari um fíggjarligar avleiðing av at stytta arbeiðsvikuna
Beinir Johannesen, formaður í Fólkaflokkinum
Mynd: Myndasavn  
 
28.09.2024 - 18:50

Beinir Johannesen hevur fingið eina rættleiðing frá Umhvørvismálaráðnum í sambandi við svarið, sum Ingilín D. Strøm, landstýriskvinna, gav honum uppá fyrispurning um fíggjarligu avleiðingarnar av at stytta arbeiðsvikuna. 

Í tíðundunum í gjár segði Durita Tausen, varastjóri á Gjaldstovuni, at hon ikki kendi seg aftur í svarinum hjá landstýriskvinnuni. 

 

Ongin meting gjørd

Gjaldstovan hevur syrgt fyri at gera eina útrokning til ein arbeiðsbólk undir serligum fortreytum. Men gjaldstovan er altso ikki komin við eini meting.

Sambært Duritu Tausen, hevði verið ynskiligt at fingið møguleika at viðmerkja svarið, so eitt rættari svar bleiv útvegað.

Síðani svarið bleiv almannakunngjørt, hevur Beinir Johannesen fingið eina rættleiðing frá Umhvørvismálaráðnum í sambandi við svarið.

- Út frá tí svari, sum eg havi fingið, og eisini tær óvissur, sum tað vísir eru tengdar at hesum, so er málið als ikki klárt til støðutakan, sigur Beinir Johannesen.

 

Hoyrið innslagið her:

 

stytt_arbeidsvika_lidugt1800

 

Í innslagnum verður sagt, at Ingilín D. Strøm fekk møguleikan at koma við eini viðmerking, men valdi ikki at viðmerkja málið.

Heldur skuldi verið sagt, at vit royndu at fáa orðið á Ingilín D. Strøm, men hetta eydnaðist okkum ikki.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 28. september
Upp á tá - 270924
181358
Leygardag 28. september
Jambalaja - 280924
181352
Leygardag 28. september
Vikan 28. september 2024
181343
Leygardag 28. september
Morgunlestur leygardagur 28. september 2024
180897
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 27. september
Veðrið
181326
Fríggjadag 27. september
Bass Elvis og Jesus á Mallorka
180593
Fríggjadag 27. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
181280
Týsdag 24. september
Veðrið - teknmálstulkað
181172
Týsdag 24. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
181171