Ógift sama rætt sum gift

Ógift sama rætt sum gift
Pensjónistar, sum liva saman, eiga at fáa somu rættindi sum tey, sum eru gift
Ógiftir pensjónistar fáa sama rætt sum giftir, tá annar doyr.
 
01.10.2024 - 05:57

Pensjónistar, sum liva saman, eiga at fáa somu rættindi sum tey, sum eru gift.

Tað ætlar landsstýrið.

Tá ein giftur pensjónistur doyr, og hjúnafelagin eisini er pensjónistur, hevur eftirsitandi hjúnafelagin rætt til pensjónina hjá tí deyða í tríggjar mánaðir eftir andlátið. 

Ein samlivandi pensjónistur, tey, sum ikki eru gift, hevur ikki hendan rættin. 

Ein orsøk er, at samlivandi pensjónistur higartil hevur fingið pensjón sum stakur pensjónistur, og tí hevur størri inntøku enn giftur pensjónistur. 

Men tað verður broytt, so pensjónin hjá samlivandi verður minni.

Hetta er tó ikki galdandi fyri tey, sum longu eru pensjónistar. 

Samanumtikið skal samlivandi pensjónistur fáa somu rættindi sum giftur pensjónistur í sambandi við andlát. 

Hendan javnseting ger, at landið sparir pengar, sigur landsstýrið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053