Stytt arbeiðsvika: Fakfelagsformaður sóknast eftir fundarboðum

Stytt arbeiðsvika: Fakfelagsformaður sóknast eftir fundarboðum
Súni Selfoss, formaður í Starvsfelagnum, væntar kortini, at arbeiðsvikan verður stytt, og at tað verður í hesum samgonguskeiðnum
Súni Selfoss, formaður í Starvsfelagnum.
 
02.10.2024 - 13:40

Súni Selfoss, formaður í Starvsfelagnum, sóknast eftir fundarboðum til trípartasamráðið, sum skal koma við einum tilmæli, hvussu arbeiðsvikan verður stytt niður í 37 tímar.

Landsstýriskvinnan í arbeiðsmarknaðarmálum, Ingilín Didriksen Strøm, setti í fjør vár eitt trípartasamráð við umboðum frá arbeiðsgevarum, arbeiðstakarum og politisku skipanini at umrøða málið og hvussu farast skal fram í samband við stytta arbeiðsviku.

 

Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinna. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Men lítið fundarvirksemi hevur verið í hesum ráðnum seinastu tíðina, sigur Súni Selfoss, hóast landsstýriskvinnan í svari til Beinir Johannesen, løgtingsmann,  sigur, at landsstýrið seinni í heyst fer at leggja eitt uppskot um 37 tímar arbeiðsviku fyri løgtingið.

Formaðurin í Starvsfelagnum væntar framvegis, at arbeiðsvikan verður stytt, og at tað verður í hesum samgonguskeiðnum.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

02102024_Stytt_arbeidsvika

 

 

 

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 14. august
Vikuskiftið 14 aug 2026
211862
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211837
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við rasismu í Føroyum
211836
Fríggjadag 14. august
RagnarRokk: Tom Hoppelshäuser um Phosphor
209149
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744