Greiðari viðurskifti um parkeringsplássini við Lívdina

Greiðari viðurskifti um parkeringsplássini við Lívdina
Heðin Mortensen, borgarstjóri, sigur, at tað er ætlanin hjá kommununi, at básarnir skulu vera til allar borgarar
Ósemja hevur tikið seg upp millum Tórshavnar kommunu og Kommunala eftirlitið um parkeringsplássið við samkomuna Lívdina í Hoyvík.
 
03.10.2024 - 15:29

Tórshavnar kommuna fer at seta seg í samband við samkomuna Lívdina í Hoyvík fyri at fáa greiðari viðurskifti fyri parkeringsbásarnar og greiða skelting, sum vísir, hvørji parkeringspláss eru almenn, og hvørji hoyra serskilt til samkomuna. 

Tað sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri, í tíðindaskrivi. 

Hann vísir aftur niðurstøðuni hjá Kommunala eftirlitinum um, at kommunan letur ólógligan stuðul til samkomuna, um kommunan ikki kunnar um, at allir borgarar kunnu brúka parkeringsbásarnar fram við Vegnum langa, har samkoman heldur til.

 

Eru til allar borgarar

Sambært Heðini Mortensen, er tað júst ætlanin hjá kommuni, at básarnir eru til allar borgarar. Og tí er einki ólógligt í hesum, sigur hann.

- Kommunala eftirlitið vísir í niðurstøðu sínari á, at leiðslan í samkomuni skal hava ført fram, at samkoman hevur ræðisrættin á perkeringsplássunum.

Hesum er kommunan ikki samd í, skrivar Heðin Mortensen, sum vísir á, at helvtin at parkeringsplássunum liggja í kommunalum øki, sum er lagt av til veg.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 14. august
Vikuskiftið 14 aug 2026
211862
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211837
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við rasismu í Føroyum
211836
Fríggjadag 14. august
RagnarRokk: Tom Hoppelshäuser um Phosphor
209149
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744