Watson-málið sleppur í Hægstarætt

Watson-málið sleppur í Hægstarætt
Ikki er greitt, nær Hægstirættur fer at viðgera málið
 
03.10.2024 - 09:27

Beint eftir avgerðina hjá rættinum í Grønlandi í gjár um longdu varðhaldsfongslingina av Paul Watson fram til 23. oktober, fingu hann og verjarnir boð um, at málið sleppur at verða roynt í Hægstarætti.

Tað skrivar Sermitsiaq.

Verjarnir hjá Paul Watson hava biðið um sokallaðan triðjadómstuðul, soleiðis at málið kann verða lagt fram fyri Hægstarætt. 

Tá fólk ætla sær í Hægstarætt við einum dómi, so skal søkjast um loyvi til tess frá Procesbevillingsnævnet.

- Vit hava ført fram, at vit skulu sleppa at skjalprógva og greiða frá okkara útgávu av málinum, so hetta verður greitt fyri øllum, eisini fyri grønlendska dómstólinum, at Paul Watson eigur at vera leyslatin, sigur Finn Meinel, verji hjá Paul Watson, við Sermitsiaq.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659