ES leggur revsitoll á elbilar úr Kina

ES leggur revsitoll á elbilar úr Kina
ES-nevndin heldur seg hava prógv fyri, at kinesiska bilframleiðararnir fáa ólógligan stuðul frá kinesiska statinum
Revsitollurin upp á 36 prosent kemur oman á tollin upp á 10 prosent, sum kinesiskir elbilar longu rinda til ES.
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix  
 
04.10.2024 - 14:21

Londini í ES hava samtykt at leggja revsitoll á elbilar úr Kina næstu fimm árini.

Atkvøtt var um uppskotið í gjár, sigur ein ES-diplomatur.

Talan er um uppskot frá ES-nevndini um at leggja upp í 36 prosent í revsitolli oman á dagsins toll, sum er 10 prosent fyri elbilar, ið eru framleiddir í Kina.

Orsøkin til uppskotið er, at nevndin heldur seg kunna prógva, at kinesisku bilframleiðararnir fáa ólógligan stuðul frá kinesiska statinum. Tí kann Kina senda bíligar elbilar til Evropa og vinna á evropiskum bilframleiðarum í prísi.

Týskland er eitt av fleiri londum, sum hava funnist at uppskotinum, og vil strika tollin, sum kom í gildi í summar, av ótta fyri handilskríggi við Kina.

Revsitollurin kemur í gildi 1. november.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 18. mai
Morgunlestur mánadagur 18.mai 2026
208377
Sunnudag 17. mai
Føroyskir sangir
208480
Sunnudag 17. mai
Bolero
208479
Sunnudag 17. mai
Guðstænasta í Argja kirkju
208477
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 17. mai
Andakt
208482
Sunnudag 17. mai
Guðstænasta við Harmonikuvinum
208481
Leygardag 16. mai
Hondbóltur: Føroyar - Bosnia
208449
Fríggjadag 15. mai
Veðrið
208424
Fríggjadag 15. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208400