Niðurlendskt reiðarí eigur aftur í føroysku fiskivinnuni

Niðurlendskt reiðarí eigur aftur í føroysku fiskivinnuni
Jaczon Trawler hevur stovnað smápartafelagið Gamli Jupiter
Sambært Teyggjuni eigur Framherji í Fuglafirði Gamla Jupiter, sum einki fiskiloyvi hevur.
Mynd: Skipalistin  
 
08.10.2024 - 08:03

Niðurlendska reiðarríið Jaczon Trawler er komið aftur í føroysku fiskivinnuna.

Skrásetingin hevur fingið fráboðan um, at smápartafelagið Gamli Jupiter er stovnað.

Tað hevur heimstað í Hósvík.

Jaczon Trawler hevur stovnað felagið. 

 

Gunnbjørn Joensen stjóri

Arnout Langerak í Haag er nevndarformaður, og Gunnbjørn Joensen í Hósvík er stjóri. Aðrir nevndarlimir eru ikki nevndir í fráboðanini til Skrásetingina. 

Partapeningurin er 50.000 kr.

Endamál felagsins er at eiga Gamla Jupiter, skiparakstur, handil og annað starv í hesum sambandi

Sambært Teyggjuni eigur Framherji í Fuglafirði Gamla Jupiter, sum einki fiskiloyvi hevur.

Gamli Jupiter er bygdur í Noregi í 1994. Hann kom til Føroya á sumri 2007.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215335
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329