Pennavinir í 70 ár

Pennavinir í 70 ár
Síðan 1954 hevur Elenita Hansen havt ein norskan pennavin
Liv Elisabeth Johansen og Elenita Hansen hava verið pennavinir í 70 ár
 
08.10.2024 - 10:47

Tá Elenita Hansen úr Kollafirði var 13 ára gomul, sendi hon eitt bræv til blaðið "Familiejournalen", har hon skrivaði, at hon ynskti sær ein pennavin. Hon fekk 120 svar og fann ein norskan pennavin, sum eitur Liv Elisabeth Johansen. 

Hetta var í 1954, so í samfull 70 ár hava tær báðar havt brævasamskifti.

Elenita og Liv eru báðar einabørn, so tær siga seg hava havt stóra gleði av hvørjari aðrari. 

- Vit eru sum systrar og hava deilt privatlívið hjá hvørjari aðrari gjøgnum brævasamskifti

Elenita og Liv vitjaðu morgunsendingina. Samrøðan kann hoyrast her:
 

1700245

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053