Mistu sigurin á stokkinum

Mistu sigurin á stokkinum
Gleðin var øgilig, tá innskifti Jóannes Bjartalíð legði Føroyar framum seint ímóti Armenia, og tí var vónbrotið eisini sera stórt, tá útiliðið javnaði í yvirtíðini
Mynd: Bjarni Enghamar / FSF  
 
10.10.2024 - 22:27

Vónbrotið hekk í køldu heystluftini, tá spælararnir á føroyska manslandsliðnum í fótbólti takkaðu áskoðarunum á Tórsvølli fyri dystin og leitaðu sær inn í skiftingarrúmið.

Bert nakrar minuttir frammanundan hevði innskiftið og afturvendi Jóannes Bjartalíð sent Føroyar á sigurskós, tá hann eftir frálíkt einmansavrik setti bóltin í netið lágt inn við nærru stongina hjá hjálparleysu armenunum. 

Føroyingarnir fegnaðust um tað, ið líktist einum sigursmálið, men í yvirtíðini køvdu armenar sigursvónina, tá Gor Manvelyan slapp at skjóta úr spískum eftir horna.

 - Tað er ein blanding av øllum. At vit ikki taka tey trý stigini í dag, tá vit fáa 2-1 málið, og eg havi tað, sum tú kanst kalla ein hundrað prosent kjans at skora til 3-1, og so fáa teir eitt skræpumál í yvirtíðini, sum aldri skal blíva til mál, segði Jóannes Bjartalíð.

Klaksvíkingurin skallaði upp um, tá hann kundi avgjørt endaliga, men føroysku viðhaldsfólkini gleddust ivaleyst um, at hann aftur var at síggja í hvítum.

 

Nógv at gleðast um

Tey vóru heldur fá, sum høvdu leitað sær á Tórsvøll - úrslitini í seinastuni hava helst gjørt sítt - men nógv var at fegnast um í dystinum ímóti Armenia. 

Ikki minst, tá Jann Benjaminsen, sum byrjaði inni fyri fyrstu ferð í einum kappingardysti, sendi Føroyar framum, tá 37 minuttir vóru  spældir. Ein deyðbóltur varð skallaður útfrá, og høgri bakkurin smekkaði til fyrstu ferð. 

 - Eg skoraði eitt mál, og tað má mann sjálvandi vera stoltur av, men eg átti kanska at skorað eitt afturat, men málmaðurin bjargaði væl, segði Jann Benjaminsen sum samstundis ásannaði, at hann ikki hevði spælt ein lýtaleysan dyst.

Tað gjørdi Bárður á Reynatrøð heldur ikki. Beint fyri steðgin fór málverjin eitt evarska lítið fet aftur um múrin, og Lucas Zelarayan javnaði við frísparki av brotsteigarmarkinum, sum hann setti á 'málmanssíðuna'. 

Hinvegin stórbjargaði víkingurin, tá ein armeni slapp inn um føroysku miðverjuna og hevði alt málið at sikta eftir.

 

Sigur eitt krav ímóti Lettlandi

Seks stig. Tað søgdu fleiri úr føroysku leguni, at teir vildu hava á heimavølli ímóti Armenia og Lettlandi. Bert sekund og lítið sannførandi verjuspæl gjørdu, at fyrsti partur av roknistykkinum ikki gekk upp.

Tað ger, at uppaftur meir liggur á dystinum ímóti Lettlandi, sum Føroyar longu hava tapt fyri tvær ferðir í ár. Tórsvøllur hevur kortini hilnast væl í Nations League, og við Jóannesi Bjartalíð, Brandi Hendriksson Olsen og Odmari Færø aftur á liðnum, eru vónirnar góðar.

 - Vit fara heilt sikkurt eftir at fáa trý stig. Nú fara vit at eftirmeta hendan dystin og hyggja at tí, sum vit kunnu taka við og kunnu gera betri til sunnudagin, og so fara vit útaftur sunnudagin og royna at fáa trý stig heim, segði Jann Benjaminsen.

Men krøvini eru somuleiðis stór, og eydnast tað ikki at vinna á lettum, spøkir niðurflytingin úr deild C. Tá økist eisini trýstið á landsliðsvenjaranum, Håkani Ericson.

 

Tórsvøllur (Nations League, 3. umfar)

Føroyar - Armenia, 2-2 (1-1)
1-0 Jann Benjaminsen, 37 min.
1-1 Lucas Zelarayan, 44 min. 
2-1 Jóannes Bjartalíð, 85 min. 
2-2 Gor Manvelyan, 90+3

Bólkur 4 
1. Norðurmakedónia 7 stig
2. Armenia 4 stig
3. Lettland 3 stig
4. Føroyar 2 stig 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 10. oktober
RagnarRokk 10.oktober 2024
180623
Hósdag 10. oktober
RagnarRokk: André Kvarnström um Birthday
180622
Hósdag 10. oktober
Andarblak - Proclaim
181899
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
181821
Týsdag 8. oktober
Veðrið
181809
Týsdag 8. oktober
Hvør býr her? (2:4)
180891
Týsdag 8. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
181779
Mánadag 7. oktober
3-2 (7. oktober 2024)
181765