Bíleggja pakkar til Sjúklingahotellið í Keypmannahavn

Bíleggja pakkar til Sjúklingahotellið í Keypmannahavn
Hetta er eyka arbeiðsbyrða hjá starvsfólkunum, og pakkarnir liggja ofta í vikur
Sjúklingahotellið Tórshavn í Keypmannahavn er um at koma í neyð av øllum pakkunum, sum sjúklingar og avvarðandi bíleggja til hotellið.
 
11.10.2024 - 12:20

Føroyingar bíleggja pakkar í hópatali til Sjúklingahotellið Tórshavn í Keypmannahavn. 

Tað er eyka arbeiðsbyrða hjá starvsfólkunum, men Sjúklingahotellið hevur hvørki pláss ella tíð til at avgreiða pakkarnar.

 

Nancy Hansen, móttøkufólk, og Lene Halling, leiðari á Sjúklingahotellinum Tórshavn, við pakkum.

 

Bæði sjúklingar og avvarðandi bíleggja vørur beinleiðis til hotellið, og ofta liggja pakkarnir í vikur. 

Sjúklingahotellið rópar nú varskó.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

11102024_Pakkar_a_sjuklingahotellinum

 


 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334