Festivalur fyri nýhugsandi tónleik og list verður í Havn um vikuskiftið

Festivalur fyri nýhugsandi tónleik og list verður í Havn um vikuskiftið
"Skrapt er ein pallur fyri, hvat føroysk tónlist og list hevur at bjóða burtur frá tí kommersiella pallinum," sigur Sunneva Háberg Eysturstein, fyriskipari
Mynd: Gwenael Akira Helmsdal Carré  
 
18.10.2024 - 08:50

Um vikuskiftið verður Skrapt festivalurin fyriskipaður fyri aðru ferð í Havn kring mentanarhølini Reinsaríið, Perluna og Ostakjallaran í kvøld og í annaðkvøld, meðan eftirleikurin (afterparty) verður í svimjihøllini í Gundadali sunnudag. 

"Skrapt er ein pallur fyri nýhugsandi tónleik og list," staðfestir Sunneva Háberg Eysturstein, fyriskipari.

"Tú fert at uppliva eitt úrval av, hvat føroysk tónlist og list hevur at bjóða, burtur frá tí kommersiella pallinum. Men eisini onkur útlendsk nøvn eru á skránni."

Á Skrapt verða fleiri sløg av framførslum, eitt nú konsertir, innstallatiónir, framførslulist, upplestur og filmssýning.

 

»... hesum tónlistarliga frírúminum og alternativu tankagongdini um tónleik, sum Skrapt umboðar, er tað brúk fyri í Føroyum - og í Havnini ikki minst, sum er um at drukna í poppveitslum, har tað snýr seg um at syngja við og klappa í takt«.Talan er um ein festival og pall fyri nýggj ljóð, progressiva list og livandi veitstluhýri.

Rólant Waag Dam um Skrapt í Frí Mentan, Frihedsbrevet.fo, 16. august 2024

 

Skrapt skráin

 

Í kvøld, fríggjakvøld

Fríggjadagurin bjóðar frá kl. 19 eina fjølbroytta upplatingarskrá í eksperimenterandi endanum við blandaðum innsløgum frá Forlagnum Eksil og einari røð av elektroniskum nøvnum. Alt nýtt og skrapt og avbjóðandi á hvør sín hátt: Eitt nú elektroniskar framførslur frá ÓG (Óli á Grindafløtti), Nönne og íslendsku Stereo Hypnosis. Umframt audiovisuella sýning frá Witchy Witchery og audiovisuella innseting og framførslu frá Supervisjón.

 

Leygardagur

Leygardagin er ein greið tónleikaskrá við átta konsertum, sum byrja kl. 20. Tóra Trónd, sum nýliga hevur markerað seg á føroyska tónleikapallinum. ASA, sum í finaluni til Sement kappingina fyrr í ár varð vald burturúr at spæla á SPOT festivalinum í Danmark. Hiphop kollektivið Ókendir, sum komu fram í vár og hava hugtikið við krispy framleiðslum og hugtakandi tekstum. Íslendska Apex Anima, sum ber boð um eina dansiveitslu, ið má upplivast. Tvímanna pseudo-tungmálms-punk frá Killer Distiller. Teir fýra í Shitboys, sum Joe kemur á Skrapt við fyri aðru ferð at blása alt um koll. Jazzygold, sum Euro News kallar fyri føroyska svarið uppá SZA. Og eitt DJ sett frá Brynjolfi, føroyska toppskoraranum hvat DJ framførslur viðvíkur síðani byrjanina av ár 2000.


Mynd: Gwenael Akira H. Carré

 

Sunnudagur

Sunnudagin lenda vit aftur omaná skrøppu dagarnar uppi í Svimjihylinum í Gundadali. Bjóðað verður frá kl 18-20 at fara í vatnið ella ikki afturvið ambientum tónum, dempaðum ljósi og mjørkakendum huglagi. Um kvøldið oman í Sirkus til suppu og eitt DJ sett frá áðurnevndu Apex Anima. 

 

Skrappur filmur

Millum útlendsku miðlarnar, ið vitjaði fyrstu útgávuna av Skrapt-festivalinum í fjør, var íslendski filmsframleiðarin Frosti Jón Runólfsson, eisini kallaður Frosti Gringo. 

Frosti Gringo hevur millum annað framleitt sjónbond fyri fleiri av fremstu tónleikarunum í Íslandi, eitt nú til lagið “Klettur” á nýggjastu plátuni hjá Sigur Rós.

Í filminum eru samrøður við tónleikarar, fyriskiparar og áhugafólk, nærmyndir av festivalinum, og ein stórur partur av tónleikinum, sum var á skránni á Skrapt í 2023. 

 

 

Hvat: Skrapt
Hvar: á Tórsgøtu í Havn
Nær: Í kvøld, leygardagin og sunnudagin

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 26. desember
Guðstænasta úr Fríðrikskirkjuni
185567
Mikudag 25. desember
Jolagesturin 2024: Kinna Poulsen
185336
Mikudag 25. desember
Midnáttarmessa úr Mariukirkjuni 2024
185550
Mikudag 25. desember
Guðstænasta úr Havnar kirkju
185549
Týsdag 24. desember
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
185542
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 26. desember
Upp á gólv 2. jólakvøld 2019
102652
Hósdag 26. desember
Mítt lívsverk - Eitt portrett av Pál Weihe
185553
Hósdag 26. desember
Andakt við Klæminti Eliasen
185564

Meira um sama evni