Kópur leitaði sær skjól fyri mastrahvalum

Kópur leitaði sær skjól fyri mastrahvalum
Hjaltur Poulsen læt lítla kópin krógva seg við bátin, til hvalirnir hvurvu
Kópurin slapp at krógva seg við bátin, til mastrahvalirnir vóru horvnir.
Mynd: Hjaltur Poulsen  
 
18.10.2024 - 10:41

Hjaltur Poulsen í Klaksvík hevði eina sjáldsama uppliving, tá hann var á floti í gjár.

Mastrahvalir amaðust upp á bátin, og løtu seinni kom ein lítil kópur skríggjandi móti bátinum. Hann var hjartkiptur og vildi sleppa upp í bátin.

Hjaltur læt kópin sleppa at krógva seg við bátin, til hvalirnir hvurvu.

- Kópur er besta føði hjá mastrahvali, og man blotnar viðhvørt, skrivar Hjaltur Poulsen á Facebook.

Sí videomyndir:

241018_DV_KOPUR

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215820
Mánadag 2. november
Veðrið
215775
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717