Sum ein tekstur millum hendur

Sum ein tekstur millum hendur
VIKUGESTURIN: Beinir Bergsson hevur dirvið at yrkja út frá sera persónligum kenslum. Men hann lýsir seg sjálvan sum ein tekst millum hendur og ein stein í einum varða.
 
26.10.2024 - 14:57

"Tekstirnir hjá Beini eiga í sær ein eymleika fyri kroppi og relatión, og hesin eymleiki er nakað, vit veruliga hava brúk fyri í einari verð, sum allatíð tykist meira og meira farlig og harðlig". Hesi vóru millum orðini í heilsanini, sum Lív Maria Róadóttir Jæger bar Beinir Bergssyni, tá hann fekk mentanarvirðisløn til ungt listafólk, tá Mentanarvirðislønir vóru handaðar mikukvøldið. 

Virðislønina fekk Beinir fyri sín leiklut sum yrkjara og fyri at vera ein týðandi rødd á føroyska listapallinum - millum annað sum viðmerkjari og vertur í útvarpssendingini Samværi, sum hann ger saman við Daniu O. Tausen.

- Kenslan er góð, og tað er fantastiskt at fáa ein slíkan heiður. Mann kann blíva nokso rørdur, og serliga um orðini, ið fylgdu við, sigur Beinir nú nakrir dagar eftir virðislønahandanina. 

- Tá eg skrivi, hugsi eg ikki um at bróta upp úr nýggjum. Eg viðgerði tað, sum eg haldi, er umráðandi. Men eg hugsi ofta um, at heimurin gerst meira harðligur og farligur, og eisini meira flygtigur og flótandi. Og tá kann formurin av eini yrking, gera hana til eina protest ímóti meldrinum av informatión, sum er allatíðina. Yrkingin krevur, at vit dvølja eina løtu, og lesa hana, ikki bert eina ferð, men nakrar ferðir. At vit taka tíðina niður, og hyggja at, hvørjir heimar so opna seg upp, vísur Beinir á.

 

Ein steinur millum fleiri

Beinir Bergsson er MA í týskum máli, bókmentum og týðingarfrøði, hevur lisið ritlist á Fróðskaparsetri Føroya, og starvast í dag sum ritstjóri hjá Bókadeild Føroya Lærarafelags. Hann hevur givið tvey yrkingasøvn út; "Lítli drongurin og beinagrindin" frá 2017 og "Sólgarðurin" frá 2021.

Fyrra savnið byggir á tekstir, ið vóru skrivaðir árini eftir, at hann, sum 13 ára gamal, misti pápa sín, sum hevði krabbamein. Seinna yrkingarsavnið, "Sólgarðurin", snýr seg um náttúru, vøkstur, kærleika, nærleika, eymleika og erotik. Hesi søvn taka sostatt støði í persónligum kenslum og upplivingum. Men hóast Beinir hevur havt dirvið til at brúka seg og sínar persónligu royndir í sínum tekstum, so heldur hann, at øll tey góðu og umsorganarfullu menniskjuni rundan um hann, hava havt eins stóran leiklut í skapanini av yrkinginum. Í takkarrøðuni í sambandi við handanina av virðislønunum lýsti Beinir sostatt seg sjálvan sum ein tekst millum hendur og ein stein millum aðrar í einum varða:

- Tað er ein máti at lýsa, at tey fólkini, sum eg havi rundan um meg, sum vísa mær umsorgan, og eru har fyri meg, tá eg havi brúk fyri tí, eru eisini við til at gera meg til tann, eg eri. Soleiðis kann tað eisini vera við einum teksti. Hann kann ferðast millum hendur, og so hendur okkurt í tí samskiftinum, sum ger, at teksturin verður til nakað heilt annað, enn hann var áðrenn. Tað er sera vakurt, heldur Beinir.

- Tá eg lýsi meg sum ein stein í einum varða, vísi eg til listaheimin- og fólkini í Føroyum og tey, ið lesa og skriva. Eg haldi, at tað er hent sera nógv í Føroyum seinastu árini. Útbúgvingin Ritlist er sett á stovn, og hon stimbrar skrivivanar hjá føroyingum, men hon hevur eisini ringar við sær. Tað ger, at mann ikki er einsamallur, tá mann skrivar. Vit eru nógv, sum skriva og lesa, og tá ið vit eru fleiri, so gerast vit ein varði, sum sæst betur í mjørka enn ein einkultur steinur. 

Beinir hevur, hóast ungan aldur, fingið fleiri heiðrar. Í 2018 var hann tann fyrsti, sum fekk Ebbuvirðislønina, sum verður latin ungum rithøvunda, sum hevur víst serligar gávur. Hann fekk gávugóðs Thorvald Poulsens av Steinum 2022, og var tilnevndur Mentanarvirðisløn Norðurlandaráðsins í bókmentum fyri yrkingasavnið "Sólgarðurin" í 2022. Í samband við handanini av mentanarvirðislønum mikukvøldið segði Lív Maria Róadóttir Jæger, at hon vónar, at virðislønin kann geva Beinir enn meira hug at arbeiða við síni list og lata sínar tekstir vera tekstspegil fyri teir veruleikar, sum hann følir eru týdningarmiklir at spegla. Og tað ger virðislønin heilt vist, sigur Beinir:

- Eg taki orðini til mín, og minnist til, at eg noyðist ikki at skriva um tað, sum onnur halda er áhugavert. Eg kann lata mínar tekstir verða spegil fyri teimum veruleikum, ið eg haldi eru týdningarmiklir at spegla, sigur Beinir.

 

Umsorgan ein drívmegi
Umsorgan fyllir nógv í verkunum hjá Beinir. Hann hevur sjálvur kent umsorgan fyri seg gjøgnum lívið, og tí hevur hugtakið stóran týdning fyri hann, og er eisini ein listarlig drívmegi:

- Umsorgan má vera og er eitt grundleggjandi virði hjá mær. Eg havi verið so heppin at hava nógv góð fólk rundan um meg, sum hava havt stóra umsorgan fyri mær. Tað, at eitt nú systrar mínar hava tikið sær so væl av mær, hóast tær ikki høvdu tað fyri neyðini, er ein sera stór kensla og kærleiksfull gerð. Tí verður umsorganin onkursvegna grundleggjandi fyri tann eg eri, og tað sum eg geri, sigur Beinir.

Tá pápi hansara lat lív av krabbameini, fór Beinir í sorgarbólk hjá Beranum, og tað var serliga tá, at hann fór at skriva. Berin hevur tí havt stóran týdning fyri Beinir:

- Tað at eg havi havt fólk rundan um meg, sum hava givið sær tíð til at lurta eftir mær, gav mær ein tørv og hug til eisini at leggja oyra til sorgina hjá øðrum. Og so fór eg at hugsa um, hvussu eg kann arbeiða við sorg uppá ein eitt sindur størri hátt. Vit tosa ikki opið um sorg, og serliga menn kunnu hava torført við at seta orð á truplar tíðir í lívinum. Tí hugsaði eg, at tað var ein góður møguleiki at geva eitt yrkingasavn út, sum kann vera eitt stað, har øll kundu leita sær linna. Handan savninum liggur tí ein tanki og ein vón um, at tað kann vera eitt slag av umsorgan og eitt slag av aktivistiskum arbeiði, sigur Beinir um fyrra savnið "Lítli drongurin og Beinagrindin".

 

Ynski um at gerast pápi
Í yrkingasavninum "Sólgarðurin", sum ofta verður nevnt eitt erotiskt savn, lýsir Beinir náttúru, vøkstur og nærleika, kærleika og intimitet millum tveir menn og sum heild millum menniskju. Beinir livir saman við sjeiki sínum Búa Roach, og at teir hava saman keypt eini gomul hús í Sørvági, sum teir eru í gongd við at umvæla. Pápi Beinir varð snikkari, og arbeiðið við timbrinum gevur íblástur til nýggjar tekstir um lívið. Honum dámar eisini sera væl arbeiðið sum ritstjóri á Bókadeild FØøoya Lærarfelags og leilutin sum vertur á útvarpssendingini Samværi. Men hóast tilveran er góð, er eitt evnið, ið fyllir nógv hjá Beini; stóra ynski um at gerast pápi:

- Eg havi ein brennandi dreym um at gerast pápi, og tað fyllir nógv í mær. Men tað er ikki nakað, sum mann bara kann gera sum samkyndur. Tað er ikki ein einfaldur vegur, og eg veit als ikki, um tað fer at bera til. Tað vóni eg inniliga. Men tí eru eg noyddur til at finna og geva umsorgan og tann kærleikan uppá aðrar mátar, sigur Beinir.

 

Nógvar verkætlanir
Beinir heldur áfram at skriva, týða og fer í næstum undir at týða ein sjónleik, og hann hevur eitt stórt ynski um at týða nøkur týsk stórverk.

- Eg arbeiðið eisini við einum pallverkið, sum eitur "Kanska ein bygd", ið dansivirkið Riva setur upp 2. og 3. november. So tað er sera spennandi, vísur Beinir á.

Lurtið eftir samrøðuni við Beini Bergsyni, yrkjara og ritsjtóri her

 

1704709

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 13. desember
Vikuskiftið 13 desember 2024
185096
Fríggjadag 13. desember
Breddin: Fleiri og fleiri hava brúk fyri hjálp
185061
Hósdag 12. desember
RagnarRokk 12.desember 2024
183944
Hósdag 12. desember
RagnarRokk: Korbi Benedict um Abyss
183942
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 13. desember
Veðrið
185092
Fríggjadag 13. desember
Lutakast til HM-undankappingina í fótbólti
185071
Hósdag 12. desember
Hansina
185024
Mikudag 11. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
184942