FIFA sleppur ætlan um privatar íleggjarar - men skaðin er óbótaligur

FIFA sleppur ætlan um privatar íleggjarar - men skaðin er óbótaligur
FIFA hevur slept ætlanunum um at loyva privatum íleggjarum at vera við til at fíggja heimsmeistarakappingarnar, men skaðin er at kalla óbótaligur, sigur ítróttarjournalistur
Gianni Infantino, FIFA forseti og Donald Trump, amerikanskur forseti
Mynd: Savnsmynd  
 
01.08.2026 - 19:21

FIFA hevur slept ætlanini at loyva privatum íleggjarum at vera við til at fíggja heimsmeistarakappingarnar í fótbólti. Men tað merkir ikki, at ónøgdin við FIFA forsetan, Gianni Infantino, í limalondunum er horvin.

 

- Limalondini eru ikki nøgd og tað vera tey heldur ikki fyribils. Hetta er eitt greitt tekin um, hvørjar duldar ætlanir Infantino hevur havt, sigur Tróndur Arge, ítróttarjournalistur. 


Ætlanin hjá FIFA var at gera eitt handilsligt felag, FIFA Forward Enterprise, sum skuldi umsita øll handilslig rættindi, so sum sjónvarpsrættindi, stuðlar og atgongumerkjasølu. FIFA skuldi eftir ætlan eiga meirilutan í felagnum, men eisini fáa privatar íleggjarar uppí. Uppskotið fekk nógva mótstøðu. Millum annað hótti evropeiska fótbóltssambandið, UEFA, við at boykotta heimsmeistaraskapið sum mótmæli.

 

Orsøkin, at FIFA nú hevur slept ætlanini, er, at mótstøðan hevur verið so stór. 

 

- UEFA er tann ríkasta og kanska eisini sterkasta fótbóltssamgongan, sum er í FIFA. Og umframt UEFA, so kemur mótstøðan eisini aðrastaðni frá. Har er øgiliga lítil undirtøka fyri hesum uppskotinum, sigur Tróndur Arge, ítróttarjournalistur.  

 

Hoyr samrøðu við Trónd Arge, ítróttarjournalist her:

 

1825149

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961