Nú fáa tey føroyskt hár

Nú fáa tey føroyskt hár
Tað er ein stór gleði hjá teimum, sum brúka parúkk, at tað nú ber til at fáa parúkkar knýttar úr føroyskum hári
 
29.10.2024 - 11:06

Kinesiska hárið er grovt og slætt, meðan tað indiska er fínari men sera purlut og myrkt, og bæði hesi sløg av hári skulu viðgerast evnafrøðiliga, áðrenn tey kunnu nýtast til parúkkar her heima í Føroyum.

Tí er Fríðgerð Joensen, sum eigur og rekur Salong Fríðgerð, sera glað, nú hon hevur fingið møguleika at fáa framleitt parúkkar úr føroyskum hári, sum hon sjálv sendir avstað til Kina at vera knýtt.

 - Tað er nakað heilt annað, sum eg kann bjóða mínum viðskiftafólkum nú, sigur hon.

Hárið til parúkkarnar fær hon bæði frá egnum viðskiftafólkum og frá øðrum hárfríðkanarstovum.
 

1704979

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 18. august
Ja ella nei til ES?
211969
Týsdag 18. august
Ung lesa 7.partur - Kroppur og Sálarlív
210836
Mánadag 17. august
Poppverturin 12
208466
Mánadag 17. august
Fótbóltsprát: Troyttir KÍ'arar
211911
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 18. august
Veðrið
211985
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970
Mánadag 17. august
Veðrið
211923
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847