Havbúnaðarfelagið: Apoteksverkið eigur at missa einkarrættin

Havbúnaðarfelagið: Apoteksverkið eigur at missa einkarrættin
Felagið sigur, at feløg í alivinnuni hava fingið ítøkilig tilboð upp á heilivág, sum er bíligari enn tann frá apotekinum
Alivinnan vil hava møguleika at keypa frá øðrum veitarum enn Apoteksverkinum.
 
31.10.2024 - 08:41

Apoteksverkið eigur ikki at hava einkarrætt til heilivágin, sum alivinnan brúkar.

Tað sigur Havbúnaðarfelagið.

Felagið sigur, at feløg í alivinnuni hava fingið ítøkilig tilboð upp á heilivág, sum er bíliari enn tann frá apotekinum. 

Havbúnaðarfelagið heitir tí á landsstýriskvinnuna í heilsumálum um at taka av einkarrættin hjá apotekinum at innflyta heilivágin, sum verður nýttur í føroyskum havbúnaði, so alifeløgini hava møguleika at velja aðrar veitarar.

 

Norðmenn og skotar kunnu keypa frá fleiri veitarum

Havbúnaðarfelagið heldur, at eins og alivinnan í Noregi og Skotlandi hevur møguleika at keypa heilivág og avlúsingarevni frá fleiri veitarum, sum kappast um at veita besta prísin og bestu tænastuna, so eigur hetta sjálvandi eisini at vera galdandi fyri føroyska alivinnu.

Landsstýrið ætlar, at alivinnan skal missa stuðulin til heilivág.

Hetta er ein av sparingunum í uppskotinum um fíggjarlóg fyri 2025. Avslátturin, sum alivinnan fær, er tíggju prosent.

Ikki verður mett, at alivinnan hevur brúk fyri hesum fíggjarliga stuðli longur, sigur landsstýrið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 14. juli
HM-tíðindini 14. juli 2026
210911
Týsdag 14. juli
Ung lesa 3.partur - Kjarr
210829
Mánadag 13. juli
Oyggjar undir trýsti - 2. partur
210484
Mánadag 13. juli
Poppverturin 7
208460
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815