Yvirtøkan av Íleggingargrunninum fer nú í fólkatingið

Yvirtøkan av Íleggingargrunninum fer nú í fólkatingið
Løgtingið hevur longu samtykt at yvirtaka grunnin
Tá forsætisráðharrin og løgmaður skrivaðu undir avtaluna um at yvirtaka Íleggingargrunnin. Nú fer málið í fólkatingið.
 
31.10.2024 - 12:10

Uppskotið um at lata Føroyar yvirtaka Íleggingargrunnin er klárt at fara í fólkatingið.

Danska stjórnin hevur havt uppskotið til hoyringar hjá landsstýrinum, Dansk Erhverv og Dansk Industri.

Ongar viðmerkingar komu haðani. 

Løgtingið hevur longu samtykt at yvirtaka Íleggingargrunnin.

Øll 28, sum vóru í tingsalinum tann dagin, atkvøddu fyri uppskotinum hjá landsstýrinum. 

Yvirtøkan verður 1. januar 2025.

Av tí at lógin um Íleggingargrunnin er donsk, skal uppskotið eisini í fólkatingið.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Mikudag 4. november
Mono - 90'ini undir lupp (1:4)
215920
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860