Framvegis ógreitt, um kanningarstjóri verður settur

Framvegis ógreitt, um kanningarstjóri verður settur
Bjørt Samuelsen, løgtingsforkvinna.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
01.11.2024 - 17:00

Tað er framvegis óvist, um kanningarstjóri verður settur at kanna embætisførsluna hjá Ingilín Didriksen Strøm, fyrrverandi landsstýriskvinnu.

Bjørt Samuelsen, løgtingsforkvinna, sigur, at stundir hava ikki verið til at viðgera spurningin enn. 

Fyri eini viku síðani segði Bjørt Samuelsen soleiðis:


 

01112024_Bjort

 

Hans Jacob Thomsen, formaður í landsstýrismálanevndini, sigur við Kringvarpið í dag, at nevndin hevur ikki viðgjørt enn, um hon skal taka áheitanina, um at kanna Ingilín D. Strøm, aftur. 

Hans Jacob Thomsen vísir á, at tað kunnu vera bæði fyrimunir og vansar at gera kanningina, og hetta má landsstýrismálanevndin fyrst viðgera, áðrenn støða verður tikin til, um áheitanin verður tikin aftur. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Mikudag 30. september
Orðaval #38: Málsøga
214020
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037