Serskatturin á alivinnuna verður 12 prosent

Serskatturin á alivinnuna verður 12 prosent
Serskatturin verður mettur at geva landskassanum 80-10 milliónir um árið, og fyrsta inntøkan kemur í 2026
Eykaskatturin á alifeløg, sum sambært semjuskjalinum millum samgonguna og Sambandsflokkin skuldi vera átta prosent, verður nú 12 prosent. (Savnsmynd)
 
05.11.2024 - 16:08

Serskatturin á alivinnuna skal vera 12 prosent, og ikki átta prosent, sum samgongan og Sambandsflokkurin upprunaliga ætlaðu.

Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, hevur lagt fyri løgtingið lógaruppskot um eykaskatt á alifeløg.

Í semjuskjalinum millum teir tríggjar samgonguflokkarnar og Sambandsflokkin, undirskrivað 26. mars í ár, stendur at flokkarnier eru samdir um alifeløgini skulu gjalda ein eyka serskatt upp á átta prosent av skattskyldugu inntøkuni hjá feløgunum. Talan er um skattskylduga inntøku av virkseminum "frá smoltframleiðslu til sjógvaling og tøku."

Sambært semjuskjalinum skuldi lógaruppskotið um serskattaskipan leggjast fyri løgtingið í seinasta lagi í oktober, so serskatturi kann koma í gildi á nýggjárinum.

 

Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum. 

 

Hækkaður fýra prosent

Nú uppskotið er borið í tingið, eitur serskatturin ikki átta prosent, men 12 prosent.

Og orðingin í semjuskjalinum er eisini broytt.

Í grein-30-c í lógaruppskotinum stendur at "inntøku frá vinnuligari alivinnu í Føroyum verður álagdur ein eykaskattur upp á 12 prosent av skattskyldugari inntøku frá aling av fiski á sjónum. 

Í stk.2 í somu grein verður nágreinað, at til skattligu inntøkuna telist ikki inntøka frá 


-framleiðslu av fiskamjøli, lýsi og alifóðri
-smoltframleiðslu
-tøku
-tænastuskipum til aling
-kryvjing og
-virðisøking í framleiðsluni

 

Sambært viðmerkingunum til lógaruppskotið skal eykaskatturin geva millum 80 og 100 milliónir krónur í inntøku um árið.

Eykaskatturin kemur í gildi 1. januar, og verður galdandi fyri árið 2025. Tað merkir, at fyrsta inntøkan kemur í landskassan í 2026.

Les uppskotið her.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 29. januar
Morgunlestur hósdagur 29. januar 2026
203268
Mikudag 28. januar
Skratsj 28. januar 2026
203398
Mikudag 28. januar
Dansival: Gyltabók
203396
Mikudag 28. januar
Mono - Hjalte Bachmann (4:4)
203391
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 28. januar
Hetta er Emma
203377
Mikudag 28. januar
Hetta er Jóhanna
203378
Mikudag 28. januar
Hetta er Sophilia
203379
Mikudag 28. januar
Hetta er Filip
203375
Mikudag 28. januar
Hetta er Bjarki
203376