Fyrr stýrdu tær heimunum, men vilja nú stýra heiminum

bannari
Fyrr stýrdu tær heimunum, men vilja nú stýra heiminum
Í einum neysti niðri á sandinum Fuglafirði kjakast tær dúgliga um kommunuvalið, áðrenn tær lata seg úr og hoppa á sjógv.
 
12.11.2024 - 14:55

Sjálvt um talið av kvinnum í býráðnum í Fuglafirði tvífaldaðist seinasta val, so halda dyppikonurnar Kristina Gry Berg og Birgit Reinert-Petersen hetta ikki vera nakað at breggja sær av, tí at fara frá einari til tvær kvinnur er minsta tvífalding, sum er gjørlig innan støddfrøðina.

Hóast miðaltalið av kvinnuligari umboðan í føroysku kommununum er 36%, so sita kvinnurnar í 22% av sessunum í kommunustýrinum í Fuglafirði og tað er ikki nóg gott halda tær. 

- Vit tátta í at ein triðingur av valevnunum eru kvinnur hesaferð. Nógv av teimum eru góð, so kanska vit fáa nakrar teirra inn hesaferð. Um ikki vit atkvøða fyri teimum, so koma tær ikki inn, sigur Kristina Gry Berg, sum er fyrrverandi forkvinna í Demokratia og hevur verið við til at stovna ein av listunum í Fuglafirði fyri nøkrum árum síðani.

- Samfelagið her er so mansdominerað, so her kemur at taka langa tíð, til kvinnurnar koma til valdið, heldur Birgit. 

Men kvinnurnar halda seg framat, kanska serliga í neystinum, har dippararnir skifta, tí fleiri teirra stilla upp hesaferð og hetta fær kjakið at ganga væl.

Vallyftini sum heild í Fuglafirði geva tær báðar Birgit og Kristina tó ikki nógv fyri.

- Tað koyrir í somu rillu sum fyrr, sum ein gomul gramofonpláta, suffar Birgit og sigur frá veljarafundi í farnu viku. - Tað var so háfloygt og snúið seg bara um miliónir og milliónir. Sambýli og eldrabýli, íbúðir og skúlar. Eg sakni at tey tosaðu um tey smáu tingini, sum kundu glett nógvar borgarar, so sum parkeringsviðurskifti, kloakkir, gøtur og benkur til dømis, leggur hon afturat.

Her halda tær tó, at tað hevði gjørt mun, um fleiri kvinnur komu inn, tí teirra sjónarmið eru ymisk frá monnunum, og tær hugsa skynsamari enn nógvir menn.

1707959

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. januar
Vikuskiftið 16. jan 2026
202799
Fríggjadag 16. januar
Beinleiðis úr Studio 5 - Bjarki Hansen
202767
Fríggjadag 16. januar
Breddin: Støðulýsing um Iran
202763
Fríggjadag 16. januar
Morgunlestur fríggjadagur 16.januar 2026
202445
Hósdag 15. januar
RagnarRokk 15.januar 2026
201519
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. januar
Veðrið
202797
Hósdag 15. januar
Veðrið
202738
Mikudag 14. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
202632
Týsdag 13. januar
Veðrið
202610