Soleiðis eru nevndirnar í nývalda býráðnum mannaðar

Soleiðis eru nevndirnar í nývalda býráðnum mannaðar
Umframt at velja borgarstjóra og varaborgarstjórar, valdi nývalda býráðið í Havn nevndir á fyrsta fundinum í gjarkvøldið
Nýggja býráðið í høvuðsstaðarkommununi skipaði seg í gjárkvøldið.
Mynd: Tórshavnar kommuna  
 
15.11.2024 - 11:05

Nývalda býráðið í Tórshavnar kommunu skipaði seg í gjárkvøldið við Elsu Berg sum borgarstjóra, Heðini Mortensen sum varaborgarstjóra og Tróndi Sigurðsson sum øðrum varaborgarstjóra.

Í fíggjarnevndina eru vald fyri samgonguna Elsa Berg, sum er fødd forkvinna, Guttormur í Skála og Kristianna Winther Poulsen, og fyri andstøðuna Høgni Vilhelmsen og Tróndur Sigurðsson.
Fíggjarnevndin fyrisitur fíggjarviðurskifti, starvsfólkaviðurskifti, kommunalu ognirnar, trygging av virðum hjá kommununi, leigumál, sløkkiliðið, verkstaðin, kommunuplanin, interkommunalar felagsskapir og yvirskipað mál sum bústaðarfígging, gransking v.m.

 

Myndir: Bjarni Árting Rubeksen

 

Elsa Berg verður forkvinna í fíggjarnevndini.

 

Í byggi og býarskipanarnevndina eru vald Anja Weyhe, sum er forkvinna, Annita á Fríðriksmørk og Bergur Robert Dam Jensen, og fyri andstøðuna Birgir Nielsen og Kári Johansen.
Byggi- og býarskipanarnevndin fyrisitur býarskipan og byggisamtyktir, útstykkingar, byggimál, lendismál, kirkjugarðar, bygningsrakstur og -viðlíkahald av øllum kommunalum bygningum og anleggum eftir ásettari mannagongd, fríðkan (viðarlundir, spælipláss, gøtur), og áir, veitir og jarðarognir, tað veri seg traðarognir, urtagarðs- og onnur jarðarstykki. 

 

Bergur R. Dam Joensen verður formaður í teknisku nevnd.

 

Í teknisku nevnd eru Bergur Robert Dam Jensen, sum er formaður, Heðin Mortensen og Anja Weyhe, og fyri andstøðuna Annfinn Brekkstein og Tróndur Sigurðsson.
Tekniska nevnd fyrisitur bussleiðina, vatnveiting og vatngóðsku, kloakkir og yvirflatuvatn, vegir og ferðslumál, gøtuljós og onnur teknisk viðurskifti, ið ikki hoyra undir aðra nevnd.

 

Kristianna Winther Poulsen verður forkvinna í náttúru- og umhvørvisnevndini.

 

Í náttúru- og umhvørvisnevndina Kristianna Winther Poulsen, sum er forkvinna, Guttormur í Skála og Annita á Fríðriksmørk, og fyri andstøðuna Anfinn Brekkstein og Kári Johansen.
Nevndin fyrisitur brennistøðir, ruskinnsavning, jarnmóttøku, kemikaliur, spilloljuslamsúgving, rottangatøming, tyrving o.a., náttúru og umhvørvi, frílendi, framtíðar orka, umhvørvismál og umhvørvisátøk so sum umhvørvisviku. 

Í mentamálanevndina eru Heidi Lava Elgeirsdóttir, sum er forkvinna, Bergur Robert Dam Jensen og Heðin Mortensen, og fyri andstøðuna Annfinn Brekkstein og Høgni Vilhelmsen.
Mentamálanevndin fyrisitur dagstovnaøkið, harundir frítíðarskúlar og ungdómsvirksemi, námsfrøðiliga ráðgeving og tilboð til børn við serligum tørvi, musikkskúla, kvøldskúla, býarbókasavn, býarsavn, mentanarhøli, stuðulsskipanir, svimjihøll, ítróttaranlegg og onnur mál av mentanarligum týdningi í kommununi. 

 

Vinstrumegin Heidi Lava Elgeirsdóttir, sum verður forkvinna í mentanarnevndini, í miðjuni Annita á Fríðriksmørk, sum verður forkvinna í trivnaðarnevndini, og høgrumegin Anja Weyhe, sum verður forkvinna í byggi- og býarskipanarnevndini.

 

Í trivnaðarnevndina eru vald Annita á Fríðriksmørk, forkvinna, Kristianna Winther Poulsen og Heðin Mortensen, og fyri andstøðuna Birgir Nielsen og Høgni Vilhelmsen.
Trivnaðarnevndin fyrisitur barnatannrøkt, barnavernd, familjupolitikk, fólkaheilsa, integratión og fólkaskúla, harundir forskúla. 

Í heilsu- og eldranevndina eru Kristianna Winter Poulsen, forkvinna, Annita á Fríðrikmørk og Heidi Lava Elgeirsdóttir, og fyri andstøðuna Kári Johansen og Annfinn Brekkstein.
Heilsunevndin fyrisitur heilsu- og umsorganartænastuna, herundir røktarheimspláss, umlættingar- og rehabiliteringspláss, heimatænasta og heimasjúkrarøkt, dag- og kvøldtilhald, venjingar, umframt aðrar tænastur á eldraøkinum, kommunulæknaskipan og heilsufrøðiskipan.

 

Heðin Mortensen verður formaður í havnarnevndini og vinnunevndini. 

 

Í havnarnevndini eru Heðin Mortensen, formaður, Anja Weyhe og Guttormur í Skála, og fyri andstøðuna Kári Johansen og Birgir Nielsen.
Havnarnevndin fyrisitur Tórshavnar havn, smábátahavnir, vinnuvirksemið og vinnubygningar á havnaøkinum, fiskivinnu, oljuvinnu, og cruise/ferðamannaskip.

Í vinnunevndina eru vald Heðin Mortensen, formaður, Annita á Fríðriksmørk og Heidi Lava Elgeirsdóttir, og fyri andstøðuna Høgni Vilhelmsen og Birgir Nielsen.
Vinnunevndin viðgerð og leggur fyri fíggjarnevndina mál viðvíkjandi vinnuvirksemi og vinnubygningum, tó ikki á havnaøkinum, vinnupolitikki og vinnumálum, ferðavinnu og cruisevinnu, handils- og tænastuvinnu, vinnunýskipan, vinnustrategi, hýruvognsloyvi, Hugskotið og stuðulsjáttanir á ferðavinnuøkinum.

Í tilbúgvingarnevndini sita Elsa Berg, forkvinna, og Heðin Mortensen, og fyri andstøðuna Tróndur Sigurðsson. Í tilbúgvingarnevndini situr borgarstjórin, sum er formaður, brunaumsjónarmaðurin, eitt
umboð fyri Føroya Landfúta og tveir aðrir limir, tilnevndir av kommunustýrinum.

 

Nýggi minnilutin í Tórshavnar býráð. (Mynd: Tórshavnar býráð)
 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 14. januar
Morgunlestur mikudagur 14.januar 2026
202443
Týsdag 13. januar
Morgunlestur týsdagur 13.januar 2026
202442
Mánadag 12. januar
Slutur fyri ein slatur í januar
202522
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 14. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
202632
Týsdag 13. januar
Veðrið
202610
Týsdag 13. januar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
202571
Mánadag 12. januar
Veðrið
202554
Sunnudag 11. januar
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
202498