- Tíðindi, mentan og ítróttur
"Nert ikki við" er aftur við nýggjum, viðkomandi evnum og nýggjum viðverti

Aftur í summar verður varpað ljós á sálarheilsu við sendingini Nert ikki við. Seinastu árini hava vertirnir varpað ljós á sálarheilsu í Føroyum við at taka upp evni, sum ofta eru torfør at tosa um. Fyrsti partur í nýggju røðini verður at hoyra í útvarpinum í dag klokkan 17.05.
Sambært Annu Joensen-Næs er endamálið við sendingini at bróta tøgnina um sálarstríð og sálarsjúku. Við at lata fólk greiða frá sínum persónligu upplivingum, samstundis sum faklig vitan verður løgd afturat, fær lurtarin eitt djúpari innlit í tey ymisku stríðini, sum nógv ganga við.
Hon leggur dent á, at tørvurin á slíkari sending er serliga stórur í Føroyum.
– Vit eru eitt lítið samfelag, og tá ið onkur stríðist, rakar tað okkum øll. Tað er ofta torført at vita, hvussu vit skulu bera okkum at ella tosa um tað, tá tað stendur harðast á, sigur Anna og leggur afturat, at hon ynskir at skapa størri opinleika fyri sálarligum avbjóðingum.
Í Nert ikki við varpa vertirnir Anna Joensen-Næs og sálarfrøðingurin Svanna Jákupsdóttir ljós á evni, sum vit sjáldan tosa opið um í Føroyum.
Nýggja umfarið heldur fram við sama leisti sum áður, men við nýggjum og viðkomandi evnum. Anna sigur, at evnini ikki verða lættari, og at vertirnir í hesum umfarinum fara at nema við sera tung og álvarsom evni.
Ein stór broyting er tó, at Bjørt Lind leggur frá sær sum viðvertur, eftir at hon er komin í Løgtingið. Anna sigur, at samstarvið teirra millum hevur verið bæði gevandi og læruríkt, og at Bjørt hevur havt stóran týdning fyri menningina av sendingini hesi fýra árini.
– Hon hevur verið mín fyrimynd á nógvum økjum, og eg havi fleiri ferðir hugsað, at um eg bara verði sum Bjørt um tíggju ár, so eri eg nøgd, sigur Anna takksom, tá hon hyggur aftur á tíðina saman við Bjørt.
Samstundis fegnast hon um, at Svanna Jákupsdóttir nú tekur yvir sum nýggjur viðvertur. Anna hevur leingi verið hugtikin av arbeiðinum hjá Svannu, bæði innan sálarfrøði og í listarliga heiminum við yrkingum. Anna situr við einari góðari búkkenslu og gleðir seg til summarið saman við Svannu.
Hoyr longri samrøðu við allar tríggjar í Summarmorgni:
Nert ikki við verður aftur at hoyra í útvarpinum mikudagar klokkan 17.05 í summar.

























