Kvotan minkar, men veiðigjaldið verður óbroytt

Kvotan minkar, men veiðigjaldið verður óbroytt
Veiðigjaldið skuldi minka 1 januar, men nú skjýtur landsstýrið upp at hava óbroytt veiðigjald, sama hvør kvotan er
Fagraberg er eitt av nótaskipunum.
 
18.11.2024 - 13:03

Nú makrelkvotan minkar næsta ár, fer landskassin at missa 70 til 100 mió. kr. í veiðigjaldi, sigur landsstýrið.

Tí í lógini, sum nú er, stendur, at veiðigjaldið minkar eina helvt, tá kvotan minkar meira enn helvtina.

Men landsstýrið ætlar nú at strika hesa áseting í lógini, so veiðigjaldið verður tað sama, sama hvør kvotan er.

Veiðigjaldið fyri makrel skuldi minka niður í góð 72 oyru fyri kilo frá 1. januar til 31. juli næsta ár.

Men verður lógin broytt, verður gjaldið framvegis eina krónu og 45 oyru. 

 

Jupiter.

 

Prísurin meira enn tvífaldaður

Við verandi prísgongd verður veiðigjaldið, sum skal lýsast at galda frá 1. august 2025, væntandi oman fyri fýra krónur fyri kilo, sigur landsstýrið.

Eftir at semja var gjørd við onnur lond um makrelin, er prísurin meira enn tvífaldaður.

Semjan ger eisini, at fiskast kann meira effektivt. 

Samstundis verður veiðigjaldið ásett eftir avreiðingarvirðinum fyri árið frammanundan. 

 

Stutt hoyringarfreist

Landsstýrið sigur, at møgulig semja um sildina kann eisini gera, at kvotan minkar.

Hoyringarfreistin í sambandi við lógarbroytingina er sera stutt, bara tríggar dagar. 

Hon endar í dag.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Leygardag 31. oktober
Upp á tá - 301026
215695
Fríggjadag 30. oktober
Vikuskiftið 30 okt 2026
215686
Fríggjadag 30. oktober
LEITISSTEIN 30.10.2026 (Eva Berghamar úr Kayak)
215666
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672