Við Tórði á túri á Sanatoriinum í Hoydølum

Við Tórði á túri á Sanatoriinum í Hoydølum
Í 2021 var Tórður Mikkelsen og vitjaði í Sanatoriiunum í Hoydølum, og í tveimum pørtum segði hann søguna um hetta serliga stað. Í dag verður fyrri partur endursendur
 
18.11.2024 - 16:30

Vakri dalurin Hoydalar, har Sanatoriið við øllum tuberklasjúku fólkunum goymir nógvar ymiskar lagnur og nógva sorg. Nógvar tuberklasjúklingar komu frískir út aftur, men aðrir løgdu árarnar inn her.

Higar komu tuberklasjúklingar úr øllum landinum fyri at fáa heilsubót, og tíbetur kláraðu nógv tað og komu út aftur til lívið. Men øll tey fyrstu árini var eingin heilivágur móti tuberklasjúkuni, og kláraðu ikki øll tað og drógu seinastu ferð andan her - nógv í bestu árum.

Í 2021 segði Tórður Mikkelsen serligu søguna um Sanatoriið í Hoydølum í tveimum pørtum, sum nú verða endursendir.

 

Í fyrra partinum um Sanatoriið í Hoydølum verður eitt nú tosað við Dinnu Petersen, sum var 94 ár, tá samrøðan bleiv gjørd. Dinna, sum er ættað úr Fuglafirði og búsitandi á Glyvrum, hevði tuberklar og var leingi á Sanatoriinum. Dinna sigur í sendingini sera livandi frá tíðini á Sanatoriinum.

 

 

>>Fylg Við Tórði á túri á Facebook og síggj fleiri myndir frá túrinum á Sanatoriinum í Hoydølum

 

Hóast Dinna var innløgd í Sanatoriinum í Hoydølum fimm ferðir og ferðaðist nógv til Havnar at verða pustað, so sigur hon sjálv, at hon hevur havt tað gott síðani hon gjørdist frísk og hevur havt ein góðan aldurdóm saman við sínum nærmastu.

 

Eisini verður tosað við Katrina Dahl, sjúkrasystir, sum ferðaðist kring landið við Magnussen, tuberklalækna, at koppseta allar føroyingar, og 84 ára gamla Símun Dalsgaard, sum vaks upp og hevur búð meginpartin av lívinum í Hoydølum, beint sunnanfyri Sanatoriið.


Dánjal Hoydal, sum var umsjónarmaður á Sanatoriinum, í hestavogni saman við børnum. Tey fyrstu árini var tað mesta flutt við hestavogni. Tjóðsavnið eigur myndina.

 

Erland Viberg Joensen, savnsvørður á Tjóðsavninum, greiðir frá forkunnuga sanatoriibygninginum. Hann heldur, at bæði umhvørvið og spennandi og dapra søgan gera Sanatoriið til nakað heilt serligt.


Dinna Petersen við málningi av Sanatoriinum í Hoydølum, her hon brúkti nógva tíð sum ung. Maður hennara, Joen Jacob Petersen, vanliga nevndur Jakku á verkstaðnum, hevur málað (Mynd: Tórður Mikkelsen)

 

Fyrri partur av Við Tórði á túri í Sanitoriinum kann hoyrast á KVF Ljóð. 

 

1447601

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 25. desember
Guðstænasta úr Havnar kirkju
201973
Hósdag 25. desember
Tórshavnar Manskór Jólakonsert
201682
Hósdag 25. desember
Ljósið rann av kærkeiks runni (1:2)
201928
Hósdag 25. desember
Guðstænasta úr Mariu kirkjuni
201965
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. desember
Reynsatindur
201862
Fríggjadag 26. desember
Aldubáran 30 ár
201871
Hósdag 25. desember
Guðstænasta úr Havnar kirkju
201972
Hósdag 25. desember
Margreta
201861
Hósdag 25. desember
Jól við Løkin 2025 (1:2)
201869