Javnaðarfelagið viðger støðuna hjá Bjarna Johansen

Javnaðarfelagið viðger støðuna hjá Bjarna Johansen
Klokkan fimm verður innanhýsis fundur, og hálvgum seks er fundur aftur í Suðuroyar Syðra Javnaðarfelag um málið
Javnaðarmaðurin Bjarni Johansen er farin í part við Tjóðveldi, og heldur eftir øllum at døma fram sum borgarstjóri í Vági
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
19.11.2024 - 15:53

Klokkan fimm verður innanhýsis fundur í Suðuroyar Syðra Javnaðarfelag um støðuna hjá Bjarna Johansen, borgarstjóra, sum er afturvaldur í Vágs býráð á Javnaðarlistanum.

Og klokkan hálvgum seks er aftur fundur í felagnum um sama mál.

Tað váttar næstformaðurin í felagnum, Jens Petur Brattalíð, sum er virkandi formaður, tí formaðurin, Arni Georg Johansen, er burturstaddur.

Arni Georg Johansen er bróðir Bjarna Johansen.

 

Taka málið uppaftur

- Á fundi í kvøld verður málið tikið uppaftur. Fleiri viðmerkingar havi eg ikki, segði Jens Petur Brattalíð við útvarpið fyri løtu síðani.

Felagið hevði fund um málið í gjárkvøldið, og hevur í dag viðgjørt tað innanhýsis.

- Støðan er serlig, og málið er eitt sindur viðbrekið Tí vil eg ikki gera viðmerkingar, fyrr enn eftir fundirnar seinni í dag, sigur Jens Petur Brattalíð, sum staðfestir, at nevndin er mannað á fundinum.

Vit hava ringt til Arna Georg Johansen, formann, og til Anitu Ryggshamar Nysted, sum er kassameistari, men tey svara ikki telefonini. Vit hava eisini ringt til Kirstin Strøm Bech, sum er eykavald. Hon hevur onga viðmerking.

So eingin fæst at siga, um tað fær avleiðingar fyri Bjarna Johansen, at hann leyp frá avtaluni, sum hann hevði gjørt við Javnaðarflokkin í Vági og við Sambandsflokkin, og í staðin fór í part við Tjóðveldi um at skipa samgongu. 

Við samstarvinum við Tjóðveldi, skuldi Bjarni Johansen eftir ætlan halda fram sum borgarstjóri komandi fýra árini.

Levi Mørk, sum var toppskorari hjá Javnaðarflokkinum í Vági á kommunuvalinum fyri viku síðani, hevði annars eina avtalu um at gerast borgarstjóri.

 

Aksel fer ikki upp í málið

Levi Mørk hevur heitt á Javnaðarflokkin um at taka støðu til, hvat skal gerast, nú Bjarni Johansen fór í samgongu við Tjóðveldi. Men formaðurin í Javnaðarflokkinum,  Aksel V Johannesen, fer ikki upp í málið, segði hann við Kringvarpið í gjár.

- Eg harmist politisku støðuna í Vági, men tað er lokala felagið, sum viðger hesa støðuna, segði løgmaður.

Levi Mørk fekk 131 persónligar atkvøður, og Bjarni Johansen var næstfremstur á Javnaðarlistanum við 108 persónligum atkvøðum í Vágs býráð, 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 22. desember
Jambalaja - 211224
185474
Sunnudag 22. desember
Eitt drúgt arbeiðslív í SEV (1:2)
185472
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 22. desember
Andaktin
185477
Fríggjadag 20. desember
Veðrið
185431
Fríggjadag 20. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
185410
Mikudag 18. desember
E elski Førjar 6
185285