Triðingur er útbúgvin innan heilsu og umsorgan 

Triðingur er útbúgvin innan heilsu og umsorgan 
Umleið ein triðingur av teimum, sum hava føroyskt bústaðartilknýti og framvegis búgva uttanlands, hava nomið sær útbúgving innan heilsu og umsorgan
Mynd: Jacob Jørgensen  
 
26.11.2024 - 15:45

Á Hagstovuni hava tey fingið nýggj tøl um allar føroyingar í Danmark.

Fyri fyrstu ferð kann Hagstovan í samstarvi við Danmarks Statistik nú við hagfrøðini staðfesta, hvørjir føroyingar eru búsitandi í Danmark.  

Millum annað vísa tølini, at persónarnir við føroyskum bústaðartilknýti, sum framvegis búgva uttanlands og hava lokið útbúgving í Danmark, eru blivnir 3.600 fleiri síðan aldarskiftið.   

 

Heilsa og umsorgan

Meginparturin av teimum - 258 fólk - eru útbúgvin innan barnaansing og ungdómstilboð.

195 fólk eru útbúgvin innan læknavísindi, og 164 eru útbúgvin innan sjúkrarøkt og sum ljósmøður.  

Sí talvu yvir útbúgvingar hjá flestu føroyingum í Danmark her: 

 

 

Erla Thorsteinsson, hagfrøðingur á Hagstovuni, greiðir her frá nýggju tølunum:  

 

241126_NET_ERLA_THORSTEINSSON

 

 

Lesa heldur í Danmark 

Tróndur Møller Sandoy er Ph.D. í búskaparfrøði og starvast til dagliga á Setrinum. Hann hevur hugt at nýggju tølunum.  

"Tað, sum er mest áhugavert í tølunum hjá Hagstovuni, er, hvat fólk hava lisið. Tey hava í stóran mun lisið útbúgvingar, sum til ber at lesa í Føroyum," sigur Tróndur Møller Sandoy  

 

Føroyska flytimentanin 

Í tjúgu ára aldri eru umleið 40 prosent í hvørjum ættarliði búsitandi uttanlands. Bara helvtin av hesum flyta heimaftur, sambært Hagstovuni. 

“Í Føroyum hava vit eina flytimentan, har tað verður sæð sum púra náttúrligt, at fólk flyta burtur,” sigur Erika Hayfield, granskari á Fróðskaparsetrinum.

Hon hevur í mong ár arbeitt við fráflytingini millum ungar føroyingar. Gransking vísir, at tey ungu, sum flyta úr Føroyum, í flestu førum ætla sær aftur til Føroya, tá tey flyta. 

“Tá vit í granskingarverkætlanum spyrja ung fólk, sum ganga í framhaldsdeild ella á miðnámsskúla, so siga tey allar flestu, at tey ætla sær heimaftur, tá tey eru liðug at lesa”, sigur Erika Hayfield.  

 

Missa fleiri enn Ísland 

Í Føroyum flytur fimtihvør í hvørjum ættarliði uttanlands og kemur ikki heimaftur.

Í Íslandi er tað tíggjundi hvør, vísir nýggj uppgerð hjá Hagstovuni.

Meðan búfestið er batnað í Íslandi frá eldru til yngru ættarliðini, stendur búfestið meira ella minni í stað í Føroyum. 

 

Um búfestið 
Búfestið vísir, hvussu stórur partur av einum árgangi, frá valda støðisaldrinum, framvegis býr í Føroyum. 
Árgangurin verður fylgdur frá valda støðisaldrinum. Búfestið hjá árganginum er altíð 100% fyri støðisaldurin, og kann ikki fara upp um 100%, sum árini ganga. 
Upplýsingar um bústað hjá persónum og soleiðis eisini støðisaldur eru einans tøkir frá 1985 og fram. 
Bústaðartilknýti til Føroya merkir, at ein persónur annaðhvørt hevur búð í Føroyum helvtina av lívinum ella í sjey av 10 samanhangandi árum eina ferð í lívinum.
Kelda: Hagstova Føroya 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 26. november
Tíðarrák (5:5)
184198
Týsdag 26. november
Morgunlestur týsdagur 26.november 2024
184105
Mánadag 25. november
Norðurljóð 25.november 2024
184142
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. november
Veðrið
184201
Týsdag 26. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
184179
Týsdag 26. november
Andaktin
184172
Sunnudag 24. november
Stórmøti hjá Heimamissióni
184095
Fríggjadag 22. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184015