Hægstrættur í Rumenia vrakar úrslitið av forsetavalinum

Hægstrættur í Rumenia vrakar úrslitið av forsetavalinum
Fyrra umfar skal haldast umaftur, tí Russland ávirkaði valið til frama fyri uttanflokkavalevnið, sum fekk flestar atkvøður
Miðhøgra valevnið, Elena Valerica Lasconi, sum fekk næstflestar atkvøður, og uttanflokkavalevnið, Calin Georgescu, sum vann fyrra valumfar.
Mynd: AFP/Ritzau Scanpix  
 
06.12.2024 - 15:04

Hægstirættur í Rumenia hevur vrakað úrslitið av fyrra umfari av forsetavalinum, sum fyri stuttum var í landinum, skrivar Reuters.

Fyrsta valumfar skal haldast umaftur, og stjórnin skal gera av, nær tað verður, sigur grundlógardómstólurin. 

Seinna umfar skuldi eftir ætlan vera nú um vikskiftið.

 

Á forsetavali í Rumenia. Nú skal valið haldast umaftur. (Mynd: AFP/Ritzau Scanpix)

 

Russland ávirkaði

Avgerðin kemur eftir at skjøl, sum fregnartænastan hevur fingið hendur á, vísa, at Russland hevði eina samskipaða ávirkanarherferð fyri at hjálpa russiskvinarliga valevninum, Calin Georgescu.

62 ára gamli Georgescu vann fyrra umfar við 22,9 prosentum av atkvøðunum, og miðhøgra valevnið Elena Valerica Lasconi gjørdist nummar tvey við 19,2 prosentum.

Georgescu, sum er uttanflokkamaður, er bergtikin av russiska forsetanum, Vladimir Putin. Georgescu hevur tvíhildið um, at hann fer at steðga rumensku hernaðarhjálpini til Ukraina.

Rumenia er limur í bæði ES og Nato.

 

Á Tik Tok

Undan valinum var undirtøkan fyri Gerogescu niðri á fimm prosentum, men hann vann fyrra valumfar við 23 prosentum.

Sambært rumenskum fregnartænastuupplýsingum, var Georgescu undir valstríðnum nógv at síggja á TikTok gjøgnum málrættaðar brúkarar og við at rinda fyri lýsingar.

Men Georgescu hevur sjálvur sagt, at hann ikki hevur rindað eina krónu fyri valstríðið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 27. august
RagnarRokk 27.august 2026
211825
Hósdag 27. august
RagnarRokk: Temka um HUN
211823
Týsdag 25. august
Ung lesa 8.partur - Eg, Coriander
210837
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290
Týsdag 25. august
Veðrið
212262
Týsdag 25. august
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212244
Mánadag 24. august
Veðrið
212203