Jens-Kjeld fingið mottu uppkallaða eftir sær

Jens-Kjeld fingið mottu uppkallaða eftir sær
Navnaframi heiðursdoktarin í Nólsoy, Jens-Kjeld Jensen hevur fingið eina fjaðurleggjarmottu uppkallaða eftir sær
Jens-Kjeld Jensen hevur fingið eina higartil ókenda mottu kallaða upp eftir sær
 
08.12.2024 - 12:03

Mottan, Sulisyringophilus jenskjeldi  sum er eyðmerkt og greinað í 2024 er nýggj fyri heimin og hoyrir somuleiðis til nýggja ætt.

Hon hevur fingið heitið eftir navnaframa fuglamottugranskaranum og heiðursdoktaranum á Fróðskaparsetri Føroya, Jens-Kjeld Jensen.

Mottan varð funnin á eini súlu, sum varð funnin á Malarenda í Nólsoy tann 1. september í 2024. 

Tað skrivar Frøði, sum Føroya Fróðskaparfelag gevur út.

 

Frøði skrivar um tvær higartil ókendar mottur, sum eru funnar í Føroyum. Tann eina er áðurnevnda Sulisyringophilus jenskjeldi.

Tvey ár frammanundan høvdu tey eyðmerkt og greinað eitt annað slag av fjaðurleggjarmottu, ið eisini var nýggj fyri heimin, sum fekk heitið Charadriphilus lymnocryptes.

Tarnn mottan var funnin á einari lítlari mýrisnípu, sum ein ketta tók í Havn tann 13. sepember 2019.

 

Tað eru granskarirnir Maciej Skoracki og Simon Haaeser, sum hava skrivað eina grein um fýra fjaðurleggjarrmottur, sum teir hava funnið á trimum ymiskum fuglasløgum av Malarenda í Nólsoy og einum fugli í Havn.

 

Simon Haarder setti seg í Samband við Jens-Kjeld Jensen fyri tveimum árum síðani - hann vildi hava eitt samstarv í lag um kortlegging av mottum á føroyskum fulgum.

Jens-Kjeld Jensen hevur goymt nógvar fuglar líka síðani miðskeiðis í 1970-árunum, sum hóskaðu seg væl til at nýta í hesi verkætlan. 

Umframt tær áður nevndu, higartil ókendu, motturnar, funnu Haaeser og Skoracki tvær mottur, sum bert eru sæddar einaferð áður í 1970 í USA og hesa ferð á nýggjum slagi av vertum. 

 

Higartil vita vit um fleiri enn 400 sløg av fjarðleggjarmottum. Summar liva til dømis uttast á veingjafjarðunum, meðan aðrar liva á kropsfjarðunum.

Tær tykjast ikki gera skaða á vertsfuglin, stendir millum annað at lesa í nýggjastu útgávuni av Frøði. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Mikudag 4. november
Mono - 90'ini undir lupp (1:4)
215920
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860