Arbeiðsgevararnir taka undir við at hækka pensjónsaldurin

Arbeiðsgevararnir taka undir við at hækka pensjónsaldurin
Felagið heldur tað samstundis vera neyðugt at hugsa um tey, sum eru slitin av nógvum árum á arbeiðsmarknaðinum
Neyðugt er at hækka fólkapensjónsaldurin fyri at bøta um fíggjarliga haldførið, heldur Arbeiðsgevarafelagið.
 
09.12.2024 - 09:18

Føroya arbeiðsgevarafelag tekur undir við at hækka fólkapensjónsaldurin í stigum, so hann verður 70 ár hjá fólki, sum eru fødd eftir 31. mars 1972. 

Men felagið heldur tað samstundis vera neyðugt at hugsa um tey, sum eru slitin av nógvum árum á arbeiðsmarknaðinum.

Umráðandi er, at vit hava góðar skipanir at lofta teimum, sum ikki megna at vera á arbeiðsmarknaðinum heilt fram til fullan pensjónsaldur.

Neyðugt er at hækka fólkapensjónsaldurin fyri at bøta um fíggjarliga haldførið, heldur Arbeiðsgevarafelagið.  

Arbeiðsgevarafelagið tekur eisini undir við, at aldurin fyri framskundaða pensjón hækkar hálvt ár upp í 65 ár 1. juli 2030.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 13. juli
Poppverturin 7
208460
Sunnudag 12. juli
Tónleikur í 13 øldir (2:10)
210346
Sunnudag 12. juli
Søgan um Johnny Cash 2.partur
210678
Sunnudag 12. juli
Guðstænasta úr Miðvágs kirkju
210824
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815