Ríkisákærin: Breivik er framvegis stór hóttan móti samfelagnum

Ríkisákærin: Breivik er framvegis stór hóttan móti samfelagnum
Hópdrápsmaðurin Anders Behring Breivik hevur aftur reist sivilt sakarmál móti norska statinum
Anders Behring Breivik er framvegis líka stór hóttan, sum hann var í 2011, sigur norski ríkisákærin
 
11.12.2024 - 08:28

Anders Behring Breivik er eins stór hóttan móti samfelagnum í dag, sum hann var í 2011, tá hann framdi yvirgang í Oslo og á Utøya.

Tað sigur norski ríkisákærin sambært norska TV2.

Hann vísir eisini aftur, at norski staturin ger seg inn á mannarættindini hjá Anders Behring Breivik.

 

Sivilt sakarmál

Tað heldur Breivik annars sjálvur, og tí hevur hann reist eitt sivilt sakarmál móti norska statinum. Tað gjørdi hann eisini í 2017, men tá tapti hann sakarmálið.

Norski staturin hevur alla tíðina hildið fast við, at skal nakað broytast í fongsulsviðurskiftunum hjá Breivik, mugu týðiligar broytingar síggjast, hvussu vandamikil hann er fyri norska samfelagið.

Og sambært ríkisákæranum eru ongar munandi broytingar at síggja í hugsjónunum og hugsunarháttinum hjá Anders Behring Breivik, og einki bendir heldur á, at nakrar slíkar broytingar eru á veg.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 25. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
204788
Týsdag 24. februar
Veðrið
204758
Týsdag 24. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
204737
Týsdag 24. februar
Stjørnan í fjóðra parti
204729
Mánadag 23. februar
Veðrið
204693