ECB lækkar rentuna 0,25 prosentstig

ECB lækkar rentuna 0,25 prosentstig
Tað er fjórðu ferð í ár, at Evropeiski Miðbankin lækkar rentuna
Evropeiski miðbankin hevur aftur lækkað rentuna.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
12.12.2024 - 15:33

Evropeiski Miðbankin lækkar nú aftur rentuna við 0,25 prosentstigum, niður í trý prosent

Tað kunnar banki um á heimasíðuni.

Danski tjóðbankin fylgir vanliga rentubroytingunum hjá Miðbankanum, men enn hevur bankin ikki boðað frá nakrari broyting. Og føroysku peningastovnarnir plaga eisini at fylgja rentuni hjá danska tjóðbankanum. 

Tað er fjórðu ferð í ár, at Evropeiski Miðbankin lækkar rentuna. 

Rentan lækkaði eisini í juni, september og oktober. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. juli
Tónleikur í 13 øldir (2:10)
210346
Sunnudag 12. juli
Søgan um Johnny Cash 2.partur
210678
Leygardag 11. juli
HM-tíðindi 11. juli 2026
210819
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815